LEYS STØRV

Kommunuskrivari til Nes kommunu

Nes kommuna søkir við hesum eftir einum kommunuskrivara at byrja skjótast til ber. Talan er um eitt  fjølbroytt og spennandi starv, har viðkomandi kemur at arbeiða í tøttum samstarvi við umsiting, bygdaráð og borgarstjóra.

Arbeiðsuppgávurnar eru í høvuðsheitum

  • At móttaka og fyrireika innkomin mál til nevndarviðgerð.
  • At vera næsti ráðgevi hjá borgarstjóranum og bygdaráðnum, herundir ráðgeving innan lóggávu og onnur stýringsamboð, ið eru í eini politiskt stýrdari umsiting.
  • At vera skrivari á fundum hjá bygdaráðnum og nevndum.
  • At avgreiða mál frá bygdaráðsfundum, í samráð við borgarstjóran.
  • At viðgerða og avgreiða jarðarmál, í samstarv við Teknisku deild.
  • At umsita journalskipanina.
  • At umsita heimasíðuna.
  • Umframt aðrar fyrifallandi skrivstovuuppgávur.

Førleikakrøv

  • Hava viðkomandi ástøðiliga útbúgving.
  • Hava kunnleika og helst royndir innan almenna umsiting.
  • Hava góðan telduførleika.
  • Hava áhuga í og førleika til málsviðgerð.
  • Hava góð samstarvsevnir og kunna umboða kommununa á hóskandi hátt mótgevis borgarum, almennum stovnum og øðrum samstarvsfeløgum.
  • Duga væl at samskifta og kunna orða seg greitt í skrift og talu á føroyskum, donskum og enskum.
  • Vera fleksibul tí arbeiðstrýstið er ymiskt, og partar av arbeiðnum kemur liggja uttanfyri vanliga arbeiðstíð.
  • Duga væl at lurta og vera jaligur og siðiligur.

Vit bjóða

Talan er um eitt sjálvstøðugt starv við møguleikum fyri bæði persónligari og fakligari menning.

Tú kemur at arbeiða í einum spennandi umhvørvi við skiftandi uppgávum innan kommunala umsiting.

Setanarviðurskiftir

Løn verður ásett sambart sáttmála millum Kommunala arbeiðsgevarafelagið og starvsmannafelagið.

Arbeiðstíðin er 39 tímar um vikuna, í arbeiðstíðini er fundarluttøka, sum liggur uttanfyri vanliga arbeiðstíð íroknað.

Umsóknir við prógvum, c.v. og øðrum viðkomandi skjølum skulu sendast við telduposti til nes@nes.fo í seinasta lagi 01/10-2020.

Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til Jóhannus Danielsen borgarstjóra á tlf. 447586 ella 565000.

Nes kommuna

Á kommunuskrivstovuni arbeiða umframt borgarstjóran, ein tekniskur leiðari, ein roknskaparleiðari, ein bókhaldari og ein skrivstovulærlingur.

Nes kommuna er ein framsøkin kommuna. Við atliti til umhvørvi og náttúru, skapa vit bestu fyritreytir fyri vinnu-, frítíðar- og bústaðarmøguleikum. Vit ynskja at vera ein kommuna ið er savnandi, vísir umsorgan og gevur møguleikar fyri tí einstaka og familjuni at trívast. Eisini ynskja vit saman við opinleika, góðum samskifti og dugnaskapi, at skapa álit ímillum borgara og kommununa.

Nes kommuna er ein kommuna fyri øll og vit vilja skapa lív og ganga fremst.

 

 

 

Frítíðarskúlin í Nes kommunu, Toftir søkir eftir námsfrøðingi.

 

Til Frítíðarskúlan verður søkt eftir:

  • Einum námsfrøðingi at arbeiða 20 tímar um vikuna frá 15.oktober 2020 til 01. juli 2021, til barn við serligum tørvi.

 

Vit bjóða:

  • Eitt spennandi starv við nógvum avbjóðingum
  • Dentur verður lagdur á at veita barninum eitt trygt og mennandi frítíðartilboð

 

Vit ynskja at umsøkjarin:

  • Dugir at seta seg inn í støðuna hjá barninum
  • Hevur hug og áræði at skapa ein fjølbroyttan og tryggan dag saman við barninum
  • Hevur góð samstarvsevnir og kann taka ábyrgd
  • Er við til at menna tað námsfrøðiliga arbeiðið

 

Setanarviðurskifti

Starvið verður sett frá 15. oktober 2020 til 01.juli 2021.
Lønin er sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið. Um ongin námsfrøðingur søkir verður hjálparfólk sett í tíðaravmarkað starv.

Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Eydnu Olsen, leiðara í Frítíðarskúlanum á tlf. 448786/565023.

 

Umsóknir

Umsóknir saman við prógvum, CV og møguligum viðmælum skulu verða Nes kommunu í hendi í seinasta lagi 29 sept.2020.

 

Nes kommuna
Toftavegur 3
650 Toftir

www.nes.fo
nes@nes.fo

                       

 

 

Barnagarðurin á Svangaskarði søkir eftir námsfrøðingum

 

 Til barnagarðin verður søkt eftir:

1 námsfrøðing til skúlabólkin, 30 tímar um vikuna í fast starv, frá 01.11.2020

 

Til vøggustovuna verður søkt eftir:

1 námsfrøðing 30 tímar um vikuna í fast starv frá 01.10.2020

 Vit vænta at umsøkjarin:

  • Hevur hug og áræði at skapa ein fjølbroyttan og tryggan dag saman við børnunum
  • Dugir at seta seg inn í støðuna hjá tí einstaka barninum
  • Hevur hug og hegni at arbeiða við teimum møguleikum sum stovnurin og nærumhvørvið leggur upp til
  • Hevur hug at røra seg og vera nógv úti í náttúruni
  • Hevur góð samstarvsevnir og kann taka ábyrgd
  • Er námsfrøðiliga fakliga áhugað/-ur og er við til at menna tað námsfrøðiliga arbeiðið

Vit bjóða

  • Góðar og rúmligar starvsfelagar
  • Møguleika fyri fakligum íblástri
  • Felagsrúm við góðum møguleikum til rørslu o.a.
  • Gott spæliøkið, beint við hagan og Toftavatn
  • Eitt nærumhvørvi við góðum møguleikum til náttúruuplivingar av ymiskum slag
  • Arbeiðsumhvørvið, har vit leggja dent á at hava tað gott saman

Um okkum
Barnagarðurin á Svangaskarði liggur í náttúruvøkrum umhvørvi oman fyri bygdina við stadionøkið og beint við hagan.

Á stovninum eru 5 barnagarðsstovur og 4 vøggustovur.
Í okkara arbeiði leggja vit stóran dent á tað sansamotorisku menningina hjá børnunum.

At vit røra okkum og eru úti í náttúruni, hevur týdning í okkara námsføðiliga gerandisdegi og at vit saman skapa eitt fjølbroytt og mennandi umhvørvið, har børn og vaksin trívast.

Vit hava góðar umstøður bæði inni og úti.

Lønin er sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið,

Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Tóru Johannessen leiðara á tlf 565021

Umsóknir

saman við prógvum og møguligum viðmælum skulu verða Nes kommunu í hendi í seinasta lagi 28.09.2020

 

Nes Kommuna
650 Toftir
www.nes.fo
nes@nes.fo