Onnur tíðindi

Kunningarfundur um ætlan at seta upp listaverk eftir Trónd Patursson á Høganesi

Týskvøldið 23. mars kl. 20.00 verður skipað fyri almennum kunningarfundi á Svangaskarði.

Á fundinum fara stigtakarar at greiða frá um ætlanina, listamaðurin greiðir frá um listaverkið og høvi verður at síggja modell av listaverkinum.

Fundurin verður hildin í B68-húsinum á Svangaskarði.

Møtið fjølment.

 

Stigtakararnir