Onnur tíðindi

Kunning um vatnskipanina í Nes kommunu

Drekkivatnið í Nes kommunu kemur úr hesum vøtnum: Kornvatni, Handara Hamravatni, Heimara Hamravatni og um summarið partvís úr Toftavatni.

Miðskeiðis í 1980-unum varð nýtt og nútímans reinsiverk sett upp úti á Nesi, og varð hetta dagført í 2000 og aftur í 2017. Eisini kann nevnast, at vatnleiðingarnir eru dagførdir seinastu árini. Í 2021 varð nýggj trýstskipan sett upp við vatnbrunnarnar á Regnavegnum til tess at bøta um trýstið til ávísar partar av kommununi. Í 2022 verður neyðstreyms-agrigat sett upp, sum kann loysa avbjóðingarnar á Gaddavegnum, tá ið streymslit er.

Skipanin á vatnreinsiverkinum er bygd upp soleiðis, at vatnið fer í gjøgnum eitt forfiltur, síðani eitt sandfiltur og at enda verður tað UV strálað, áðrenn tað fer út í høvuðsvatnleiðingina.

Heilsufrøðiliga Starvsstovan hevur eftirlit við, at vatngóðskan er í lagi. HFS ásetur ávísar mannagongdir, sum tekniska toymið hjá kommununi skal fylgja. Mannagongdirnar eru m.a. at tryggja, at filtrini altíð eru rein, og um neyðugt verða reinsað, so strálingin er nóg góð og ger, at vatnið lýkur ásettu markvirðini, bæði viðvíkjandi bakterium og liti. Av tí at talan er um yvirflatuvatn, so eru avbjóðingar við litinum, serliga tá ið áarføri er, í mun til, um talan hevði verið um kelduvatn.

Regluligu vatnroyndirnar, sum eru ásettar av HFS, staðfesta, at vatnið er reint (uttan bakteriur), sjálvt um ávísur litur sæst.

Kortini mugu vit ásanna og harmast um, at tað til tíðir hava verið avbjóðingar við bakterium í vatninum. Tá ið avbjóðingar eru, so boðar kommunan beinanvegin frá og mælir til at drekkivatnið verður kókað.

Um lagt verður merki til nakað óvanligt við vatninum, so vil Nes kommuna heita á borgarar um at boða frá hesum hjá umsjónarmanninum á tlf. 565010 ella á vakttlf. 448144.

Avbjóðingarnar við vatninum verða tiknar í størsta álvara, og tí hevur kommunan seinasta árið av álvara viðgjørt, hvørjar møguleikar nýggj tøkni kann fremja. Kommunan hevur í heyst fingið til vega tilboð frá ymsum veitaraum. Í løtuni eru serkøn biðin um at koma við tilmæli um, hvør rætta loysnin er at velja.

Vónandi fer tað at bera til at taka endaliga støðu til tilboðini seinni í ár.