Onnur tíðindi

Kunngerð um broyting av byggisamtyktini í Nes kommunu

 

Við heimild í løgtingslóg nr. 13 frá 21. mai 1954, seinast broytt við løgtingslóg nr. 19 frá 18. mars 2013, verður við hesum boðað frá, at Nes kommuna á fundi 28.02.2022 samtykti broyting í byggisamtyktini fyri Nes kommunu.

 

Talan er um tvær broytingar.

 

Broyting 1 umfatar, at ein partur av E1-økinum við Høganesvegin, sum er til almennar stovnar, verður til A2-øki, sum loyvir íbúðarbygging.

 

Broyting 2 umfatar, at ein partur av J-økinum niðanfyri Høgnesvegin, sum er fríøki, verður til B-øki, sum loyvir sethúsabygging.

 

Broytingarnar í byggisamtyktini eru til skjals á kommunuskrivstovuni í upplatingartíðini í tíðarskeiðnum frá 7. mars til og við 4. apríl 2022, og á heimasíðuni www.nes.fo.

 

Møgulig mótmæli og/ella broytingaruppskot skulu verða bygdaráðnum í hendi í seinasta lagi 19. apríl 2022.

 

Nes kommuna

 

Sí kort yvir broytingarnar her.