Kunngerð um broyting av byggisamtyktini í Nes kommunu
Við heimild í løgtingslóg nr. 13 frá 21. mai 1954, seinast broytt við løgtingslóg
nr. 31 frá 17. mars 2022, verður við hesum boðað frá, at Nes kommuna á
býráðsfundi, tann 26.05.2025, samtykti uppskot um broyting í byggisamtyktini
fyri Nes kommunu.
Talan er um broyting viðvíkjandi neystaøkinum í Krabbaurð. Økið er í verandi
løtu eitt D øki, sum umfatar matr. nr. 701, 702, 703, 704, 705, 706, 707, 700b,
708, 709, 710, 711, 712 og part av matr. nr. 435a. Ætlanin er at broyta økið frá
D øki til G2 økið.
1. Broytingin í byggisamtyktini fyri gamla neystaøki í Krabbaurð, bleiv av
fyrstantíð viðgjørd av býráðnum í Nes kommunu, eftir fyrispurning frá einum
av eigarunum av neystunum, um loyvi at seta neystið í stand, hækka
yvirhæddina, og innrætta til frítíðarbústað.
Frá gamlari tíð, hava neystini ligið til sjógvin, men í dag er bryggja, pakkhús
og annað bygd upp fyri, soleiðis at neystini ikki kunnu nýtast sum vanlig
neyst – tí tey ikki longur liggja út til sjógvin.
Við hesum í hugað, og tað at neystini í nógv ár bara hava staði og forfalli tí
áhugi ikki er at gera nakað við neystini, tá ið tey ikki liggja til sjógvin og
byggisamtyktarásetingarnar ikki loyva øðrum brúki enn tað, so má onnur
loysn til fyri at fáa lív í aftur økið, tí eingin áhugið er í ognunum so
leingið sum byggisamtyktin er skipað sum hon er fyri økið í verandi løtu.
Skulu neystini koma til sín rætt aftur, og gerast eitt aktiv fyri bygdina,
borgarnar og eigararnar metir umsitingin at neystalonirnar liggja í einum
økið, ið væl tolir at verða umskapa og gerast ein meiri virkin og náttúrligur
partur av bygdamyndini aftur. Ein partur har lonirnar seta sín eyðkenda
dám á økið, samstundis sum at fólkalív fæst í økið við eisini at kunna
innrætta neystini til frítíðarbústað.
2. Býarskipanarliga ger ein broytingin í loyvdu byggihædd ikki skaða á dámin,
og heldur ikki fyri grannarnar hvørki niðan ella omanfyri neystini – sum
eisini sýnt ið tilgjørdu myndunum frá Fuglark sum vóru nýttar í fyrru
hoyringini. Tókt øki er frammanfyri neystini, og beint við líka norðanvert
neystaøki niðanfyri vegin er stórt alment parkeringspláss ið væl tolir at vera
nýtt meira.
Økið passar eisini væl í heildina og tað at kommunan alsamt strembar eftir at
gera enn meiri nútíðarhóskandi á øllum mótum eisini innan bygging,
ferðavinnumøguleikar o.a.m.
Við hesum metur umsitingin, at broytingin frá D øki, til eitt G2 øki er fult í
tráð við heildar- ætlanir kommununnar, og tænir bæði heildini og sjálvum
økinum væl.
Tilfar, sum lýsir broytingarnar í byggisamtyktini, liggur frammi á heimasíðuni
hjá Nes kommunu og á kommunuskrivstovuni frá 16.06.2025 til 07.07.2025.
Møgulig mótmæli ella broytingaruppskot verða at senda Nes kommunu
skrivliga til nes@nes.fo í seinasta lagi 28.07.2025.
Nes kommuna.
Skjalatilfar viðv. broytingini sæst her:
Byggisamtykt Krabburð – G2-Øki Verandi støða
Byggisamtykt Krabburð – G2-Øki Broyting
Byggisamtykt Krabburð – G2-Øki Framtíðarstøða
Byggisamtykt Krabburð – Yvirlitskort
Byggisamtyktarásetingar fyri økið í Krabburð