Onnur tíðindi

Konsert í Fríðrikskirkjuni sunnudagin 25. apríl kl. 19.00

Sunnudagin 25. apríl kl. 19.00 fer Kirkjukórið saman við næmingum og lærarum úr Nes sóknar musikkskúla at hava eina fjølbroytta konsert. Á skránni er solosangur, kór og orkestur, har m. a. ”O for the wings” av Mendelsohn, ”Jesus bleibet meine freude” av Bach og ”Pie Jesu” av Gabriel Fauré verða at hoyra eins og meira siðbundin kórsangur. Eisini fer ein strúkikvartett við musikkskúlalærarum at spæla.