KOMMUNAN

Nes kommuna

Kommunuskrivstovan
Toftavegur 3
FO-650 Toftir
Tel. +298 447586
Fax +298 448313
Teldupostur: nes@nes.fo

Nes kommuna umfatar bygdirnar Nes, Toftir og Saltnes.
Íbúgvaratalið tann 01.09.2017: 1.264 fólk.

Saltnes er frá 1837 og er ikki markatalsbygd, men umfatar økið fram við sjónum, frá Runavík og út um Árnasker í Saltnesi.
Í Saltnesi eru í dag 47 hús og her búgva 123 fólk.
Tær fyrstu búsetingarnar í Saltnesi vóru:
1. Á Gráasteini. 2. Í Skúla. og 3. Inni á Roykheyggi.

Nes er markatalsbygd frá 1541, tá Heini Havreki búsetti seg har, og t.d. er Æðuvík niðursetubygd frá Nesi.
Nes umfatar í dag økið frá Gerðinum og eystur í Líð.
Á Nesi eru í dag 80 hús og her búgva 342 fólk.
Tær fyrstu búsetingarnar á Nesi vóru:
1. Prestargarðurin, 2. á Torkildsheyggi, 3. Fyri uttan garð

Toftir er markatalsbygd frá landnámstíðini, og t.d. er Rituvík niðursetubygd frá Toftum.
Toftir umfatar í dag økið frá Gerðinum úti á Nesi og inn á Høganes.
Á Toftum eru í dag 264 hús og her búgva 799 fólk.
Tann fyrsta búsetingin á Toftum var:
Millum áirnar: Fossánna og Hellánna, og hetta økið er framvegis heimrust.