Onnur tíðindi

Kirkjukaffi og høvi at ogna sær bøkur

Nú byrja føstuguðstænasturnar.

Hóskvøldið 3. mars kl. 20.15 prædikar Jákup Reinert Hansen í Nes kirkju.

Eftir guðstænastuna bjóðar kirkjuráðið til kirkjukaffi í Gamla prestagarðinum á Nesi.

Tá verður eisini møguleiki at ogna sær bøkurnar: “Verði ljós” fyri 348 kr, og “Góður gamal kristindómur” fyri 248 kr. Henda seinna bókin eigur at hava lokalan áhuga.

Tað ber til at gjalda við reiðum peningi, ella at fáa rokning sendandi.