Onnur tíðindi

Jólatrøini verða tendrað leygardagin kl. 15.30

Jólatrøini í Nes kommunu verða tendrað leygardagin 26.11.2022 kl. 15.30.

Jólahaldið verður sum vant við kommunuskrivstovuna. Í ár fer Jóhan Magnus Gunrim at flyta fram røðu, og hornorkestrið luttekur.

Jólabilurin við jólamonnunum vitjar og børnini fáa jólapakkar.

Aftaná verða øll boðin út í kirkjukjallaran til kakao og bollar.

Uml. kl. 16.30 verður sangløta í Fríðrikskirkjuni við luttøku av lokalum kreftum.

Øll eru vælkomin!