Onnur tíðindi

Jólatrøini verða tendrað 1. des kl. 15.30

  • 28
    Shares

Jólatrøini í Nes kommunu tendrað leygardagin, 1. des.

Jólatræshaldið verður við jólatræið á Toftum og byrjar kl. 15.30. Elin á Torkilsheyggi, forkvinna í mentanarnevndini, bjóðar vælkomin og Nes Sóknar Musikkfelag, sum trúliga á hvørjum ári luttekur, spælir nøkur løg. Jóhannus M. Olsen heldur talu og tendrar jólatræið á Toftum.

Jólamennirnir koma við sløkkiliðsbili, og børnini fáa pakka.

Aftaná verða øll boðin í kjallaran í Fríðrikskirkjuni til kakao og bollar.

Kl. 17.00 verður jólakonsert í Fríðrikskirkjuni. Hesi luttaka: Jóhan Magnus Gunrim, Kirkjukórið í Fríðrikskirkjuni, Taborkórið, Bólkurin ELISHA, Kvinnukórið í Nebo og Undirhúskórið.