Onnur tíðindi

Jólakonsert í Fríðrikskirkjuni sunnudagin

Á jólakonsertini sunnudagin fer Kirkjukórið í Fríðrikskirkjuni m.a. at framføra týðingar hjá Frits Johannesen, sum Else Berntsen Aas hevur lagt til rættis. Eisini fer kórið at syngja løg eftir H. J. Højgaard, Knút Olsen o.ø.

Kristiliga Sangkórið fer at syngja løg eftir A.P Berggrenn, B.S. Ingemann, G. R. Woodwrd, J. Nolsøe o.ø.

Kórini fara at framføra 7-8 sangir hvør, umframt at tey syngja 2 sangir saman. Í allar flestu førum er talan um kend jólaløg.

Kórleiðarar eru Mikael Jóhan Heinesen fyri Kirkjukórið í Fríðrikskirkjuni og Hanus Joensen fyri Kristiliga Sangkórið.