Onnur tíðindi

Jóhan Magnus Gunrim helt røðuna, tá ið jólatræið varð tendrað

Góðan dag øll somul og takk fyri, at eg kann vera saman við tykkum í dag.

Eisini vil eg nýta høvi til at takka Nes Kommunu fyri møguleikan at siga nøkur fá orð í dag.

 

Fyri tykkum, sum ikki kenna meg, so eri eg uppvaksin í Saltnesi, og búgvi í dag á Høganesvegnum. Vit byggja eisini hús longur inni á Høganesi. Eg eri giftur vi∂ Beintu, sum er av Eiði, og saman eiga vit trý børn: Malin, Miriam og Kristian.

 

Í summar vóru vit á fjalli á Mýrunum, og fekk eg eitt deiligt prát við Jákup hjá Ethel. Samrøðan byrjaði við, at eg spurdi: Jákup, kennir tú meg? Hann svaraði: Ja, eg kenni teg. Og so helt hann fram nakað soleiðis. Um eg ikki hevði kent teg, so hevði eg kent teg alíkavæl. Tú líkist abba tínum, segði hann. Abbi mín var Magnus Andreassen, vanliga kallaður Maggi, og omma mín var Hilda. Foreldur míni eru Annika og Kristian.

——–

Sum eg sat og fyrireikaði meg til at siga nøkur fá orð í dag, so fór eg at hugsa um ein gongutúr, ið eg gjørdi mær á vári í fjør. Eg gekk ein túr eftir havnalagnum, og endaði úti á pirinum. Komin heilt út á pirin, vendi eg eyguni niðan móti bygdini.  Á, tann sjón, eg fekk tá.

 

Beint frammanfyri mær var bátur komin av útróðri, og ein trukkur, allarhelst frá landingarmiðstøðini, stóð klárur at taka fiskin upp úr lastini. Og tá eg sá hetta, so fór eg at hugsa um virksemið á kaiini; við Toftagjøgv, við Oyrarnar og niðri við Rætt. Síðani fór eg at hugsa um skúlan, barnagarðin, frítíðarskúlan o.s.fr. Og tá so alt hetta fór í gongd í høvdinum hjá mær, so fór eg eisini at hugsa um kommununa sum heild, og serliga um fólkið, tykkum, okkum, sum búgva her, og tær góður løturnar, ið eg havi notið saman við fleiri av tykkum.

 

Eg eri av nátturu eitt sindur smæðin, so eg leypi ikki á fólk. Men tiltøk s.s ruddingardagar, várdagar, bátafestivalur, summarkvøld við Toftavatn og løtur sum hesa, hava gjørt mær væl. Her havi eg fingið nógvar góðar samrøður við fleiri av tykkum, og eg vóni at fáa enn fleir góðar samrøður við tykkum í framtíðini.

 

Tá eg hugsi um kommununa sum heild, so haldi eg, at vit hava tað gott í kommununi. Vit hava nógv at gleðast um og nógv at takka fyri. Og ja, lat okkum ikki smæðast at tosa um krossin á Høganesi, um tað gula drekkivatnið, um hægri barnafrádrátt, um skattalætta, og ja, enntá marinaðina við bátahylin. Vit eiga at kunna tosa um alt hetta, men lat tað vera við virðing yvir fyri hvør øðrum. Lat okkum minnast til at vera góð við hvør annan, hóast semja ikki er um alt. Lat okkum hjálpa hvør øðrum, tí tá alt kemur til alt, so ynskja vit øll tað besta fyri kommununa.

Paulus skrivar soleiðis í filippibrævinum:

“Sama sinnalag veri í tykkum, sum var í Kristi Jesusi!” Tí hvat gjørdi Jesus?

Hann “gjørdi Seg eins og tænara og varð menniskjum líkur.” (Fillip. 2:5, 7b)

 

Jesus kom ikki fyri at verða tæntur, men fyri at tæna. Mátti hetta eyðkent okkum øll, sum borgarar í Nes Kommunu.

———-

Eg skal vera liðugur nú. Tá vit savnast til løtur sum hesa, har vit líkasum skulu tendra jólini, so hugsi eg altíð um hendan spurningin: hví halda vit jól? Snýr tað seg bara um gávur, ella um mat, ella kanska vápnahvíld? Hví halda vit jól? Ella, sum ein sangur sigur: Hvat er tað, sum á jólum teg man frøa?

 

Hetta er ein danskur sangur, ið Edmund Williamson týddi til føroyskt fyri nøkrum árum síðani. Hann sigur soleiðis:

 

Hvat er tað, sum á jólum teg man frøa, ger fjálga lon, kann harða hjarta grøða?

er alt um fjós og krubbu jólanátt eitt einki, tá ið stjørnan kámast brátt?

Nei, stjørnan lýsir bjørt, tá eyga sær tað barn í krubbu, alt er vorðið mær.

 

Er jólaboð alt gávur upp í leypar, bert fagurt ljós og ovurfyltir steypar?

Er heimsins og familju friðarstund, bert vápnahvíld við jólunum á fund?

Nei, stjørnan lýsir bjørt, tá eyga sær tað barn í krubbu, alt er vorðið mær.

 

Er stjørnan bert til prýðis, kertur bjørtu, og flættar tú tey sonnu jólahjørtu?

Slapp Gud at tendra ljós í tær og mær, og letur tú ta stjørnu lýsa tær?

Ja, stjørnan lýsir bjørt, tá eyga sær tað barn í krubbu, alt er vorðið mær.

 

Vit, heima hjá okkum halda jól, tí vit ynskja at minnast hetta barnið, ið varð føtt í krubbu. Vit ynskja at minnast Jesus. Jesus kom, sum áður nevnt, ikki fyri at verða tæntur, men fyri at tæna. Lat okkum minnast Hann, nú vit tendra jólini.

 

At enda vil eg enn einaferð takka Nes Kommunu fyri møguleikan at siga nøkur orð til tykkum í dag. Má Harrin signa okkum øll.

 

Eftir er bert at ynskja okkum øllum eini gleðilig jól, takk fyri!