Onnur tíðindi

JHR fer at gera Ólavsveg

Arbeiðið uppá at gera vegin til níggju grundøki á Ólavsvegi varð boðið út til seks arbeiðstakarar. Fýra bjóðaðu.

Lægsta tilboðið var 1,9 mió, meðan hægsta tilboðið var 2,8 mió. kr.

Nes kommuna hevur avgjørt at taka av lægsta tilboðnum, sum var frá JHR v/Høgna og Rúna Petersen.

Nes kommuna ber sjálv kostnaðin av at leggja ávísar leiðingar.

Tað er Teknistovan í Gøtu v/Henning Olsen og Jens Kl. Jacobsen, sum tekur sær av teknisku vegleiðingi og eftirlitinum fyri Nes kommunu.

Arbeiðið byrjar beinanvegin og skal verða liðugt um hálvan desember í ár.

Í morgun varð sáttmálin undirskrivaður av JHR-enterprenørum og Súna í Hjøllum, borgarstjóra.