Onnur tíðindi

Jákup R. Hansen helt fyrilestur um Fríðrik Petersen

Í sambandi við minningargudstænastu í Fríðrikskirkjuni, 2. hvítsunnudag, helt Jákup R. Hansen, prestur og lektari í kirkjusøgu, fyrilestur um Fríðrik Petersen próvst, nú tað eru liðin 100 ár síðani hann andaðist. Her er fyrilesturin endurgivin

Fríðrikur Petersen – 100 ár eftir deyða hansara
Fyrilestur í Fríðrikskirkjuni 5. juni 2017 kl. 18

Minningarorð
Sunnudagin 29. apríl 1917 varð tann nýggja kirkjan í Sandavági vígd. Virkandi próstur var Sandsprestur A. C. Evensen, og virkandi prestur var Christian Pedersen, sum við konu og seks børnum var komin úr Danmark her undir heimsbardaganum fyri at loysa av í Vága prestagjaldi. Eftir prædiku bar Pedersen, prestur, kirkjufólkinum deyðsboðini av Fríðriki Petersen, prósti. Pedersen hevði verið prestur á Sandi 1896-1902 og hevði tí kent Fríðrik bæði sum starvsfelaga og sum próst. Um próstin segði hann m.a., at hann bar høvur yvir allar, maður sum alt lívið hevði verið virkin fyri at gagna sínum føðioyggjum. Av tí at starv hansara hevði verið so frammarlaga, hevði hann verið fyri nógvum álopum, men í deyðanum fóru allir spjótsoddar at verða vendir frá honum. Prestur, sum hevði staðið prósti nær persónliga, segði seg kunna vitna um hann, at hann hevði kent seg tætt knýttan at fólkinum og oyggjunum. Hann var vísur í, at próstur ofta undir síni drúgvu sjúkralegu í Keypmannahavn hevði vent huganum heimeftir við ynskinum: “Guð signi mítt føðiland Føroyar.”

Minningarorð vóru í tveimum føroyskum avísum mikudagin 2. mai. Í einari avís fyltu tey alla fyrstu síðu og reiðiliga tað. Petersen próstur var deyður fríggjadagin 27. apríl, bara 64 ára gamal. Hann var ein týðandi maður sum prestur, sum politikari, sum skald og ikki minst sum menniskja, skrivar blaðið. Á øllum hesum økjum hevur hann givið sínum føðioyggjum nógv virðismikið, sum fer at liva leingi, og navn hansara fer at vera í minni, so leingi sum føroysk tunga verður talað. Greitt verður frá hansara menniskjansligu eginleikum, hansara góða hjarta. Hann var ein meistari at boða orðið, hevði lætt við at fáa áhoyrararnar í talu, so hann kundi bera gleðiboðini til sálirnar og vekja nýtt lív. Hann virkaði fyri at fáa fleiri prestar í Føroyum, og nýggjar kirkjur vóru bygdar. Nógv verður í hesi grein gjørt burtur úr hansara politiska virksemi sum løgtings- og landstingsmaður. Sum skald hevur hann talað til fólksins hjarta, og sjálvur hevði hann tað, sum hann ynskti øllum Føroya børnum: bæði Tróndar skarpa vit og Sigmundar bjarta hjartalit.

Ein onnur avís hevur minningarorð, sum ein K. X. hevur skrivað, á s. 2. Har er lagið eitt annað. Vit taka nøkur brot: “Ein lítil fólkaflokkur sum hin føroyski skapar ella føðir ikki mong stórmenni. Tey teljast bæði í øld og øldum. Próst Petersen var einki stórmenni, men høvur hans rakk tó upp um almenningin her, ikki tí at hann sat á hægri palli enn hini, men tí at hann var vitugur maður og orðsnildur…

Hevði prósturin í síni støðu sum próstur, við sínum gávum og sínum evnum og við tí ikki so fámenta skara av føroyskum prestum, hann hevði uttan um seg til sín doyggjandi dag, stevnt at sama máli, sum hann ivaleyst ætlaði sær í ungdómsárunum: at reisa Føroya mál og tá serliga Føroya kirkumál á føtur, so hevði hann haft útint eitt verk, sum Føroyingar høvdu takkað honum fyri um allar tíðir. Men hann legði árarnar inn, ella rættari: hann gav seg til at rógva andróður. Hann fer tí snøggur av verðini frá tí føroysku kirkjuni, ið enn sum áður saknar bæði bíbil, lestrabók og sálmabók…

Tá hansara ungdómskvæðir eru frároknaði, liggur tí heldur einki eftir tann gávuríka mann próstin á Nesi, sum fosturjørðin kann takka honum fyri. Men vinsælur maður var hann og blídligur, og mong fell skemtan, har ein sat í friðaligum lag saman við honum.”

Stutt ævisøga
Meira ymisk fáa minningarorð næstan ikki verið. Halda vit okkum til ævisøgulig fakta, er tað munandi lættari. Fríðrikur var føddur í Saltnesi 22. apríl 1853. Mamma hansara var Susanne Olesdatter uttan úr Forna á Nesi, og pápi hansara Johannes Petersen, ættaður norðan úr Vági. Jóhannes í Skúla fekk læraraprógv frá Jonstrup seminarium í 1840, var húslærari hjá prestinum á Nesi, var ferðalærari í bygdunum á Skálafjørðinum og gjørdist so lærari í Saltnesi og seinni við Tofta skúla. Hann var deknur í Nes kirkju 1840-1888, og vinalag sýnist at hava verið millum lærarin og Hammershaimb, sum gjørdist prestur á Nesi í 1862 og próstur frá 1867-1878. Vinalag gjørdist eisini millum synirnar hjá lærara og presti. Hammershaimb, sum verður kallaður faðir at tí føroyska skriftmálinum, dugdi at eggja teimum ungu til at fáast við føroyskt mál. Millum hansara lærisveinar teljast frá tíðini í Kvívík Jóan Petur uppi í Trøð og Kvívíks-Jógvan, og frá tíðini á Nesi má nevnast Jógvan Poulsen, lærari á Strondum, sum skrivaði føroyska bíbilsøgu eftir áheitan frá Hammershaimb. Og so sjálvandi Fríðrikur. Drongurin úr Saltnesi hevði so stór málslig evni, at Hammershaimb helt, hann skuldi lesa til prest. Men fyrst gekk leiðin til Havnar í realskúla, tá hann var 12 ára gamal. Í 1869, 16 ára gamal, fór Fríðrikur til Reykjavíkar á latínskúla, og eftir seks árum tók hann studentsprógv og fór so til Keypmannahavnar í 1875 at lesa til prest. Hann tók teologiskt embætisprógv í 1880, var prestur í Sandoyar prestagjaldi 1880-1885, í Suðuroyar prestagjaldi 1885-1900, og at enda prestur í Eysturoyar prestagjaldi og Føroya próstur frá 1900, til hann doyði í 1917.

Um politikkin, sum tað er so lætt at gerast ósamdur um, fari eg bara at nevna, at hann var løgtingslimur frá 1890, tá valdur fyri Suðuroynna, og síðani sum fastur limur, tá hann gjørdist próstur. Í 1906 var hann við til at stovna Sambandsflokkin. Í tí danska landstinginum sat hann frá 1894-1902 og so aftur frá 1906. Eg fari heldur ikki í dag at gera nakað serligt burtur úr hansara gerningi, hansara lívsstarvi, sum prestur og próstur. Uttan iva liggur ymiskt tilfar á søvnum ella í privatari varðveitslu, sum hevði verið vert at granskað. Veit onkur um tílíkt, hoyri eg fegin frá teimum.

Verðsligur skaldskapur
Her vendi eg mær heldur til hansara skrivligu avrik. Hann var ein av teimum fyrstu, sum yrktu sangir og sálmar í nútíðar dámi á føroyskum máli. Hann var eisini ein av teimum bestu, og tað sæst millum annað aftur av tí, at hann stendur fremstur í teimum fyrstu føroysku sangbókunum, sum báðar komu út í Keypmannahavn: Føriskar vysur frá 1892 – Har eitur fyrsti sangur “Lítlar oyggjar, sum Føroyar eita,” og Fríðrikur eigur ikki minni enn sjey aðrar vísur í bókini frá tí glaðu studentatíðini á Garði. Smásangir og Sálmar eitur tann næsta bókin, Keypmannahavn 1899, og aftur stendur Fríðrikur fremstur, millum sangirnar við “Eg oyggjar veit” og millum sálmarnar við “Gleðilig jól.”

Tvær viðmerkingar skal eg gera um tann partin, sum vit kunnu kalla verðsligan skaldskap. Tann fyrra er, at Chr. Matras, sum var fyrsti professari í føroyskum máli og bókmentum, er sera hugtikin av Fríðriki. Í síni føroysku bókmentasøgu skrivar hann: “Lítið er tað í rúgvu, tað hann yrkti, tó er hann ikki bert fyrsta, men eisini besta føðilandsskald okkara. Meginparturin av tí, sum annars er av slíkum songskaldskapi, er deyvt í myndum og máli afturímóti. Tað besta í songum Fríðriks eru tær stórtøknu myndirnar, hann viðhvørt finnur av náttúru okkara, so at vit kenna Føroya land í sínum ævinliga sterka sambandi við hav og sól og himmal – høgt loft og tær veldigu kreftir úti í rúminum. Um somu tíð eru myndirnar einfaldar og alføroyskar… Í 1878 kom ein høvuðssongur hans “Hvat kann røra hjartastreingir.” Eisini hesin songur er gjørdur eftir mynstri, men so reinar, magnandi og heilføroyskar eru myndirnar úr náttúru og fólkalívi, at hann er sum eitt lítið meistaraverk.”

Í bókini Nøkur mentafólk vísir Matras á, at tað hjá Fríðriki, sum sýnist okkum sjálvføtt ella vaksið beinleiðis upp úr góðum heimamáli, ofta hevur útlendska grund, kanska serliga íslendska, undir sær – tað er skaldið við sínum snildargávum, sum hevur gjørt tað útlendska so heimafjálgt, at tað kennist, sum tað var rótføroyskt. Úr fyrsta tjóðsangi okkara, “Eg oyggjar veit,” nevnir Matras sum dømi orðini silvurblátt, himmalreint og sólarlag.

Men eg havi eisini hug at gera eina viðmerking um tað, sum í teimum ljótaru minningarorðunum varð kallað hansara ungdómskvæðir. “Hví helt Fríðrikur ikki fram alt lív sítt at yrkja og arbeiða eftir sama leisti?” tykist spurningurin at vera. Ein danskur bókmentafrøðingur, sum eitur Erik A. Nielsen, hevur skrivað eina stóra og lærda bók um Thomas Kingo. Fyrst greinar og tulkar hann ungdómsyrkingarnar hjá Kingo og kemur til ta niðurstøðu, at tað lá sera væl fyri hjá honum at yrkja spískar og skemtiligar tættir og yndisligar kærleiksrímur. Men so leggur Kingo á annan bógv og fasta kós, har hann fer at nýta sínar skaldagávur í somu tænastu, sum hann alt lívið kemur at standa í. Hann verður prestur og biskupur, og høvuðsverk hansara eru ikki tættir og rímur, men teir veldigu sálmarnir. Er tað tá at undrast á, at Fríðrikur í sínum lívsstarvi millum menniskju og fyri menniskju, sum prestur og politikari, verður meira sjálvkritiskur og bara letur slíkt úr hondum, sum hann veit, kann byggja upp, kann venda huginum til Guðs og geva menniskjum troyst og sælu?

Kirkjuklokkur
Tað kann eisini sita heilt óalmindiliga væl. Í teimum vakraru minningarorðunum varð umtalað, at Fríðrikur í síni próstatíð gleddist um at síggja nýggjar kirkjur verða bygdar. Ja, verður fortalt, í fleiri føroyskum kirkjum hanga kirkjuklokkur við innskrift, sum próstin hevur sett saman. Okkurt dømi kann eg taka fram, hóast yrkjarin ikki altíð er nevndur, har sum kirkjuklokkur verða umtalaðar, t.d. í bókini hjá Janusi Mohr: Fjálgasta friðskjól á foldum. Rættiliga vist man tað vera, at Fríðrikur eigur innskriftina á kirkjuklokkuni á Tvøroyri frá 1908:
Himnadrotti lov og dýrd eg syngi
Mannabørnum friðarboð eg ringi.

Um klokkuna í Leirvíkar kirkju, sum er frá 1906, skrivar Martin Fjalstein: “Líkt er til, at prósturin hevur mælt kirkjuráðunum til at hava klokkutekstir á føroyskum, hóast kirkjumálið tá var danskt, og helst eigur hann eisini orðini í tí líki, tey eru nú:
Harrin kallar
Heim til hallar
Sálir allar.”

Og so tann hjartaliga innskriftin á kirkjuklokkuní í Hesti frá 1911, sum hevur beinleiðis samband við hendingar, ið hava verið bygdini fyri. Fríðrikur letur klokkuna siga:
Eg milda geri sorg
Og gleði trygga.

Lestrabókin hjá biskupi
Hóast Fríðrikur ikki gav okkum nakra føroyska lestrabók, eigur hann kortini sín part í tí føroysku lestrasøguni. 7. aug. 1901 skrivar próstin til Føroya løgting. Hann ger vart við, at onnur tekstarøð er innførd í 1895, fyri at kirkjufólkið skal hoyra størri part av Halgubók í kirkjuni. Føroysk kirkjulið fáa tó lítið gagn av hesum, av tí at so fá teirra eiga lestrabøkur við prædikum yvir tey nýggju evangeliini. Hann ger tí vart við, at Sælands – og tí eisini Føroya – biskupur, Dr. Skat Rørdam, árið fyri hevur útgivið eina slíka bók yvir aðru tekstarøð: Naadens Aar. Bæði formur og innihald hóskar sera væl til uppbyggingar, og tí loyvir hann sær at heita á løgtingið um at játta pening úr kirkjukassanum, so allar kirkjur kunnu fáa hesa bók. Og so verður: 11. nov. 1901 skrivar Fríðrikur til allar prestar og sigur frá, at teir kunnu fara inn á gólvið hjá Jacobsen, bókhandlara í Havn eftir bókum til sínar kirkjur. Samstundis mælir hann til, at henda lestrabók verður nýtt í tí nýggja kirkjuárinum. At prædikurnar hjá biskupi hava verið lisnar um alt landið, er hugaligt at hugsa sær, og eftir innihaldinum at døma hava tær havt sum endamál at varðveita ta luthersku læruna um sakramentini bæði, dóp og altarborð.

Faðirvár
Ein dagin ringdi ein maður til mín við einum spurningi um Faðirvár: “Eiga vit at siga: “Tú, sum ert í himlinum, ella Tú, sum ert í himlunum?” Eg helt, eg skuldi greiða honum eitt sindur frá fleirtalsorðum við eintalstýdningi, men steðgaði so á: “Skulu vit ikki heldur vita, hvat týðarin sjálvur segði?” Hann, sum spurdi, hevði mestsum hug at flenna. Fyri hann var tað ein heilt nýggjur tanki, og púra óvæntaður, at nakað vanligt, deyðiligt menniskja hevði umsett Faðirvár. Var tað ikki bara ein bøn, sum øll áttu?

Eg fór so og fann eitt avrit av tí greinini íFærøsk Kirketidende frá 1892, har Fríðrikur Petersen letur prenta sína føroysku umseting av Faðirvár. Har stendur “…tú sum ert í himlunum!” Men ikki minni týdning hevur tað, at Fríðrikur eisini kemur við eini frágreiðing um, hví hann hevur umsett Harrans bøn. Í einum øðrum eintaki av Kirkjutíðindum hevur hann lisið: “Din Trosbekjendelse og dit Fadervor vil du jo med lethed kunne oversætte på dit modersmål til brug ved din hjemmeandagt.” Hesum er hann ósamdur í. Hann hevur hildið tað vera sera trupult at finna hóskandi og beinrakin orð, sum kunnu hjálpa okkum at skilja bønina, og tað má tá vera endamálið við eini umseting! Føroyskt eigur so fá tílík orð, tí føroyskt mál hevur í øldir ikki verið brúkt sum andaligt mál. Hesi seinnu árini er tó hjá støðugt fleiri fólkum vaknað ein kensla fyri at nýta ta føroyska móðurmálið nógv meira enn fyrr, og tí kann eisini hugsast, at summi kenna trongd til at bera sína dagligu bøn til Guðs fram á tí máli, tey sum børn hava lært í móðurfangi og á faðirs knøum, og at læra síni børn at biðja til Faðirin á himli við orðum, sum koma frá hjartanum. Frágreiðingin endar við hesum orðum: “Til endans vil eg siga við øll foreldur: Tá ið tit læra tykkara børn Faðirvár, so lærið tey ikki at ‘lesa’ bønina, men lærið tey at ‘biðja’ hana, og tað gera tit best við sjálvi at biðja hana fyri teimum og saman við teimum.”

Sálmarnir
Fríðrikur yrkti bara tríggjar sálmar, “Gleðilig jól” í 1891, “Tíðin rennur sum streymur í á” í 1892, og “Deyði, hvar er nú broddur tín” í 1900. Kórið fer at syngja “Tíðin rennur” um eina løtu, og eg velji henda eina sálm sum grundarlag fyri at siga eitt sindur um Fríðrik sum sálmaskald.

“Tíðin rennur sum streymur í á” er ein nýggjárssálmur, helst yrktur um ársskiftið 1891/92. Nýggjársdagur er sum kunnugt áttandi dagur jóla, og tí hevur hann í kirkjuni verið hildin sum tann dagur, Jesus varð umskorin og fekk navn. Prædikutekstur eftir gomlu tekstarøð er tað týdningarmikla ørindið Luk 2, 21: “Og tá ið átta dagar vóru lidnir, og hann skuldi verða umskorin, tá varð navn hansara kallað Jesus, soleiðis sum tað var kallað av einglinum, áðrenn hann var gitin í móðurlívi.” Martin Luther legði dent á, at prestarnir henda dag áttu at prædika um Jesu navn heldur enn at viðgera 1. januar sum eina nýggjársfest, sum teir ofta í roynd og veru mundu gera eins og fjøldin av áhoyrarum teirra. Tá ið danska fólkakirkjan í 1885 fekk sína nýggju tekstarøð, sigraði atlitið at nýggjárinum og tíðarinnar ferð við epistlinum Ják 4, 13-17 og evangeliinum Matt 6, 5-13 (Faðirvár). Og satt er tað, at Fríðrikur hevur tíðarinnar streym sum evni, tá ið hann yrkir sín nýggjárssálm; men líka satt er tað eisini, at hann setir Jesu navn inn í sína boðan á slíkan hátt, at tað ger allan munin.

Eg dugi ikki at síggja, at myndin av tí einsamalla menniskjanum í tí lítla bátinum á veg oman eftir ánni er serliga føroysk – so stórar eru áirnar sjáldan her á landi. Fríðrikur dugir at yrkja um sjógvin og bátin, og tað er bæði vakurt og ítøkiligt, tá ið hann lýsir storm her á landi:
…tá “brimið stórar klettar ber
langt upp á møl –
tá bát at temja gaman er
við stýrisvøl.”
Ella dýrdarveður um summarið:
Tá “havið, troytt av at berjast við teg,
við tínar føtur hvílir seg.”

Men í nýggjárssálminum hevur skaldið heldur fingið íblastur úr Íslandi, har vit minnast, at hann búleikaðist sum ungur í seks ár. Tey flestu, sum ferðast á Reykjavíkarleiðini, munnu leggja leiðina fram við Gullfossi, har tann breiða áin streymar við miklari ferð, áðrenn hon bóltar oman í tann ógvisliga fossin. Fríðrikur er lýriskt skald. Tað er við teimum nógvu endurtøkunum og teimum – at síggja til – smáu broytingunum, hin stóra søgan verður søgd. Fólk flest kenna sálmin í tí styttu útgávuni í Sálmabók Føroya Kirkju, soleiðis sum hann verður sungin í kirkjuni og vanliga eisini av kórum og sangarum. Skulu vit skilja verkið hjá skaldinum, noyðast vit tó at kanna sálmin í síni fullu longd, soleiðis sum tit kunnu lesa hann í tí gomlu sálmabókini, og soleiðis sum eg havi avtalað við kórið at syngja hann her í dag.

Fríðrikur yrkir ein langan sálm við sjey versum, men nýtir bara trý ymisk ørindissnið, og tað, hann umtalar, er ikki ítøkiligt, men alment, symbolskt: A (Báturin í tíðarinnar streymi), B (Hin dragandi fossurin ella deyðin) og C (Vinurin). Afturfyri verða tey øll endurtikin, sniðið A enntá tríggjar ferðir. Jesu navn verður bara nevnt eina einasta ferð; men kanna vit eftir, hvar í sálminum tað er, síggja vit, at tað er í sjálvum hjartanum á sálminum – fyrsta orð í triðju reglu í fjórða versi. Jesus er fyrsta orð í seinnu helvt av sálminum. Hin stóri gleðiboðskapurin nýggjársdag er, at Jesus kann føra mín lítla bát. At síggja til er so lítið broytt; men fyri tann, sum trýr á Jesus, er alt broytt við honum, sum á jólum læt seg føða inn í tíðarinnar streym.

Í teimum styttu útgávunum eru vanliga vers 5 og 6 løgd burturímillum. Grundgevingin man vera tann, at hetta eru tær beru endurtøkur – vers 5 er meinlíkt vers 1 – og at her hendir vælsignað lítið. Men hetta sama kann eins væl verða nýtt at grundgeva fyri at varðveita júst hesi versini. Tey siga frá, at hóast Jesus er í bátinum – hóast ein í trúnni hevur Jesus við sær – er tíðarinnar streymur framvegis hin sami og deyðin líka vísur, sum hann var. Hesi korini eru ikki broytt; men kenslurnar, sum verða lýstar í ørindissniðinum B, broytast frá trongd og tyngd til gleði og tryggleika. So stóran mun ger trúgvin á Jesus, at hin kristni nú kann liva hitt avmarkaða foldarlívið í trúgv á ævinleikan og undir rakstrarrópinum “Fram í Harrans navni.” Er eitt einasta orð, sum eigur at verða prædikað nýggjársdag, so er tað navnið Jesus!

Niðurstøða
Eg komi til niðurstøðuna, og hon verður stutt. Er tað veruliga so, sum vit hoyrdu í minningarorðunum frá 1917, at burtursæð frá ungdómskvæðunum lá einki eftir tann gávuríka mann, próstin á Nesi Fríðrik Petersen, sum hansara fosturjørð kundi takka honum fyri? Sjálvandi eri eg djúpt ósamdur. Kanska hevur hann ikki givið okkum ta stóru rúgvuna, kanska hevur hann ikki politiskt og málsligt stríðst á teimum hermótum, sum summi ynsktu. Men vit hava í hesum fyrilestri hoyrt um nakrar so sjáldsama vakrar gimsteinar, sum ikki finna sín líka á føroyskum máli, um nakrar gávur til tað kristna fólkið í Føroyum, sum verða eins nógv brúktar í dag og nakrantíð.

Til dømis haldi eg ikki, at nakar annar føroyskur nýggjárssálmur verður so nógv sungin bæði á nýggjárinum, til jarðarferðir og aðrar tíðir við, sum sálmurin hjá Fríðriki Petersen: “Tíðin rennur sum streymur í á.”

Eg haldi heldur ikki, at tað er nakar annar føroyskur jólasálmur, sum lýsir Guðs rættvísgerandi náði so væl sum tann einfaldi og yndisligu sálmur, ið hvørt mansbarn dugir uttanat: jólasálmurin hjá Fríðriki: “Gleðilig jól.”

Og eg eri fullvísur í, at tað er ein eingin onnur bøn, sum verður biðin hvønn tann einasta dag av móðurfangi og av faðirs knøum, av biðjandi vørrum og úr trúgvandi hjørtum á sama hátt sum Faðirvár í umsetingini hjá Fríðriki Petersen.

Tað er ikki einki!

Jákup Reinert Hansen