Onnur tíðindi

Skrá fyri íverksetanarkvøldið um ferðavinnu 6. febr.

Nes kommuna skipar saman við Íverksetarahúsinum fyri einum tiltakið, har endamálið er fáa fleiri at síggja møguleikar innan ferðavinnu, at víðka um útboðið av tilboðum og at fáa eitt prát við onnur innan økið. Hesum er tørvur á, tí talið á ferðafólkum økist og tá er týdningarmikið at vit, sum kommuna, eru væl við.

Øll eru vælkomin til kveikjandi tiltakið um ferðavinnu og íverksetan, sum verður í høllini í Tofta Skúla, hóskvøldið 06. februar 2020, frá kl. 19:00 – 21:00.

Sí skránna niðanfyri.

19:00 – 19:05
Jóhannus Danielsen, borgarstjóri í Nes Kommunu, bjóðar vælkomin

19:10 – 19:20
Óli Kristian á Torkilsheyggi, limur í ferðavinnubólkinum í Nes Kommunu, greiður frá um støðuna nú og ætlaninar frameftir

19:20 – 19:40
Sigrun Jónsveinsdóttir, stjóri í Íverksetarahúsinum, greiðir frá hvussu tú kanst byrja títt virksemi. Tú fært innlit og ítøkulig amboð fyri at koma í gongd- og reka virksemi.

19:40 – 20:50
Hugarok, har møguleiki er at leggja fram hugsanir og hugskot í smáum bólkum, sum vit síðan arbeiða víðari við í felag.

20:50 – 21:00
Ragnhild Dam og Jóannes á Fløtti, ið hava stovna fyritøkuna EatLocal, fortelja um teirra royndir og hvat tey kunna bjóða nýggjum aktørum í ferðavinnuni.

21.00 –
Kaffi og netverkan

Hevur ferðavinnan tín áhuga og umhugsar tú at byrja virksemi innan ferðavinnuni? Hevur tú góð hugskot, men trupult við at koma í gongd? So er hetta tiltakið, júst nakað fyri teg!