Onnur tíðindi

Innandurakapping í Tofta skúla fyri yngru liðini

Tann 11. febrar 2017 skipar ungdómsnevndin hjá B68, saman við Motus Sport, fyri innandurakapping í høllini í Tofta skúla. Lið úr øll landinum kunnu luttaka.

Kappingin er fyri yngru liðini, í aldrinum U6 til U18. Hvørt liðið telur 5 leikarar og í mesta lagi 1 eykaleikara. Tó spæla U16 og U18 við 4 leikarum.

Aldursbólkarnir eru:
U6 – f. 2011-12
U8 – f. 2009-10
U10- f. 2007-08
U12- f. 2005-06
U14 – f. f 2003-04
U16 dr. f. 2001-03
U17 ge. f. 2000-02
U18 dr. f. 1998-00

Kappingin er fyri gentur og dreingir. 

Luttøkugjaldið er 300 krónur fyri hvørt liðið, sum verður goldið tá møtt verður. 

3 tey fremstu liðini í kappingini fáa heiðursmerkir.

Til ber at melda til kappingina, við at ringja á telf. 749060 ella 229614.