Onnur tíðindi

Borgarar í Nes kommunu fáa fipursamband

Spennandi tíð stendur fyri framman, nú arbeiðið at leggja fipursamband inn til hvørt húsarhald í Føroyum tekur dik á seg. Í næstum fer NET at leggja fipurkaðlar inn til hvørt húsarhald í Nes kommunu.

Fipur er nútímans tøkni, sum gevur skjótt og álítandi breiðband gjøgnum ljósleiðarafiprar á stødd við menniskjahár. Fipurkaðalin er fáar millimetrar í tvørmáti og liggur vardur í sterkari rørleiðing, sum er átta millimetrar í tvørmáti, og sum verður løgd inn til hvørt hús.

Bæði rørleiðing og fipurkaðal verða løgd í jørðina, og arbeiðið krevur, at veitir verða grivnar og fresaðar í vegir, tún og onnur øki, samstundis sum fipurútgerð skal setast upp í hvørjum húsarhaldi.

Fipurbreiðband fer at kollvelta internettøknina, vit kenna til á verandi koparneti, tí tøknin letur upp fyri, at telefeløgini kunnu bjóða ferðir heilt upp til 1000 Mbit og meira.