HØGANES VERKÆTLANIN

Filmin um Høganes verkætlanina

1. byggistig (PDF)
Matrikulkort (PDF)
Stødd á grundstykki (PDF)

Rættiliga stórur áhugi var fyri Høganesætlanini, sum Nes kommuna legði fram á heystið 2006.

Nógv fólk var møtt upp til framløguna týsdagin 17.okt. kl. 15.00, tá Símun Johannessen, borgarstjóri, arkitektarnir Høgni T. Hansen og Anders Abraham og Bogi Jacobsen frá Munin, kunngjørdu eina stóra útstykkingarætlan hjá Nes kommunu.

Tað er økið kring Høganes og oman móti Løkinum, sum Nes kommuna nú ætlar at byggja sethús og íbúðarblokkar á. Økið er 180.000 fermetur til støddar, og ætlanin er, at umleið 800 fólk skulu búgva í økinum.

Hetta økið hevur ligið sum hagi til nú, men tá prátið um tunnil millum Skálafjørðin og Havnina gjørdist veruleiki, var løtan komin til hesa sera áhugaverdu útstykking.

Símin Johannesen vísti m.a. á, at kommunan dagliga fær fyrispurningar um grundstykki. Síðani Høganesætlanin kom fram í fjølmiðlunum, eru fyrispurningarnir øktir munandi. Somuleiðis hevur tunnilsætlanin eisini økt um áhugan hjá fólki at fáa grundstykki í Nes kommunu.

Arkitektarnir báðir Høgni T. Hansen og Anders Abraham fingu til uppgávu at gera útstykkingina og fingu fríar hendur at skapa eitt íbúðarumhvørvi runt Høganes. Einasta treyt var, at pláss skuldi vera fyri 800 fólkum og øðrum fasilitetum, ið hoyra einum øki til, har fólk skulu búgva, m.a. eitt hotel, skúli, ein ítróttarháskúli og svimjihøll.
Arkitektarnir vístu á, at tað var tað náttúruvakra økið, sum hevði hugtikið teir í teirra arbeiði. Her nevndu teir Toftavatn og umhvørvið runt vatnið, sum er eitt stórt opið og fjølbroytt landslag við óavmarkaðum møguleikum hjá fólki.

Sethúsini í økinum skulu venda ymiskt í landslagnum , og tað skulu ikki vera nakrar byggilinjur, og húsini skulu laga seg til lendið.