Onnur tíðindi

Hjartaliga vælkomin Jørgin Olsen

Jørgin Olsen, nýggi leiðarin í Barnagarðinum á Svangaskarði, hevði sín fyrsta arbeiðsdag í dag.

Í hesum sambandi varð skipað fyri lítlari móttøku, so umboð fyri kommununa og starvsfólk annars høvdu møguleika at heilsa uppá nýggja leiðaran.

Súni í Hjøllum, borgarstjóri, bjóðaði nýggja leiðaranum hjartaliga vælkomnum og segði m. a., at hann bæði vónaði og væntaði eitt gott samstarv. Borgarstjórin ynskti nýggja leiðaranum alt tað besta og blíðan byr í nýggja týdningarmikla starvinum. At enda fekk Jørgin Olsen eitt eintak av Bygdasøguni/Nes, Toftir, Saltnes. Í hesum sambandi minti borgarstjórin á, at Jørgin hevði røtur her úr økinum.

Jørgin Olsen takkaði fyri móttøkuna og segði, at hann hevur glett seg til uppgávuna sum leiðari í Barnagarðinum á Svangaskarði. Hann segði, at hann fer at leggja stóran dent á samstarv við kommunu, varaleiðara, starvsfólk og foreldur.

Tað var í november, at bygdaráðið samtykti at seta Jørgin Olsen, námsfrøðing, í starv sum nýggjan leiðara frá 1. januar 2023.

Jørgin Olsen er 55 ár, ættaður úr Fuglafirð og búsitandi í Runavík. Umframt námsfrøðiliga útbúgving hevur hann tikið leiðarútbúgvingar. Hevur drúgvar royndir í námsfrøðiligum arbeiði í sambýlum og dagstovnum eins og leiðsluroyndir.

Jørgin Olsen var leiðari í Dagstovninum við Stórá í Rituvík í árunum 2008-2017. Síðan hevur hann verið eindarleiðari í Eind 1 hjá Almannverkinum í Norðoyggjum.

Í dag byrjaði Jørgin Olsen so í nýggjum starvi sum leiðari í Barnagarðinum á Svangaskarði. 

Á myndini eru frá vinstru: Súni í Hjøllum, borgarstjóri, Jørgin Olsen, leiðari og Sheila Sigmundsdóttir, varaleiðari.