Onnur tíðindi

Hátíðargudstænasta í Fríðrikskirkjuni

Sunnudagin 18. juli er hátíðargudstænasta í Fríðrikskirkjuni, tá Hennara Hátign Drotning Margretha er við til gudstænastuna. Nevnda sunnudag verður gudstænastan kl. 10.00.

Vegna tær serligu umstøðurnar, ið nú eru við atliti at Covid-19, verður ikki mett ráðiligt, at gudstænastan er almenn á sama hátt, sum siðvenjan í fólkakirkjuni annars er og hevur verið. Tí verður gudstænastan fyri innbodnum.

Tað almenna tilmælið sigur, at í mesta lagi 200 fólk kunnu savnast í kirkjuni. Fylgið, ið ferðast saman við Drotningini, kórið og tey, ið hava ein virknan leiklut, telja so mikið nógv, at pláss tíverri ikki er fyri vitjandi annars.

Biskupur hevur valt at vera opin um avbjóðingina og hesa torføru støðuna, so øll vita frá at siga.

Ístaðin fyri at koma í ta óhepnu støðu at nokta fólki, ið eru møtt upp við kirkjudyrnar, atgongd til gudstænastuna, hevur biskupur mælt til, at umboð fyri teir ymisku partarnar av tí kirkjuliga arbeiðinum í sóknini verða boðin til gudstænastuna saman við makanum. Harafturat verða umboð fyri aðrar felagsskapir í Nes kommunu við til gudstænastuna. Og soleiðis nærkast vit teimum 200 plássunum.

Vit høvdu glett okkum til eina løtu saman við Hennara Hátign Drotning Margrethu í eini fullsettari kirkju. Tíverri er støðan ein onnur, og vit harmast, at so er.

Tey, ið verða við til gudstænastuna, skulu vera komin at sita í stólinum í seinasta lagi ein hálvan tíma áðrenn byrjað verður, t.e. klokkan 09.30.

Ein lítil bati er tað, at gudstænastan verður send beinleiðis í útvarpinum og sjónvarpinum.

Við bøn um Guðs frið og signing!

 

Jógvan Fríðriksson, biskupur

Tórshavn 15. juli 2021.