Onnur tíðindi

Grønlendsk vitjan í morgun

Í hesum døgum eru umboð fyri Avannaata kommunu úr Grønlandi á vitjan í Føroyum. Tey ynskja at gera seg meira kunnug við kommunala geiran í Føroyum.

Tey vitjaðu Nes kommunu í morgun, har Súni í Hjøllum, borgarstjóri, hevði eina framløgu um kommununa og greiddi frá, hvussu vit skipa okkum í okkara kommunu, tá ið talan er um tilboð, rakstur og íløgur.  Aftaná var høvi at seta spurningar og tosa nærri um ávís viðurskifti.

Palle Jerimiassen, borgarstjóri í Avannaata kommunu, greiddi stutt frá um teirra kommunu, og serliga um tær avbjóðingar, tey hava við høgum rakstrarútreiðslum, tí teirra kommuna strekkir seg yvir ein tein á 1300 km.

Í Avannaata kommunu, eisini nevnd Nord kommune, eru 4 býir og 21 bygdir. Fólkatalið er á leið 12.000, og býráðið hevur sæti í Ilulissat.

Til minnis um vitjanina vórðu gávur handaðar. Avannaata kommuna gav eitt model av hundasletu, sum eitt av teirra listafólkum hevði gjørt.

Nes kommuna gav tveir stakar, sum Joel Cole, listamaður, búsitandi í Saltnesi, hevði evnað.

.