Onnur tíðindi

Fyrilestur í Gamla Prestagarði á Nesi

Kunngerð frá Fornminnisfelagnum í Nes kommunu:

Felagið bjóðar til áhugaverdan fyrilestur

”Føroyskir uppkallingarsiðir”

í Gamla Prestagarði á Nesi, leygardagin 05. nov. 2016, kl. 16.00.

Annfinnur Johansen, lektari í málfrøði, greiðir frá ymiskum uppkallingarsiðum frá elstu tíðum og til okkara dagar.

Tað er ættaruppkalling, uppkalling eftir álmanakkadøgum, síðan tann serføroyski navnasiðurin at kalla fríggjadag og sunnudag upp, uppkalling eftir hátíðum, og síðan tann sjáldsami siðurin at kalla kong og drotning upp, umframt onkran annan uppkallingarsið. Dømi úr nærumhvørvinum verða tikin við.

Aftaná verður hugnaligt prát, meðan drukkið verður kaffi og okkurt gott aftur við.

Øll eru hjartaliga vælkomin.

Nevndin