Til Frítíðarskúlan verður søkt eftir:
- Einum námsfrøðingi til fast starv at arbeiða 25 tímar um vikuna frá 16. august
- Einum námsfrøðingi til farloyvisstarv at arbeiða 20 tímar um vikuna frá 16.august 2021 til 01. juli 2022
- Einum námsfrøðingi til tíðaravmarkað starv at arbeiða við barni við serligum tørvi 20 tímar um vikuna frá 16.august 2021 til 01. juli 2022
Vit bjóða:
- Eitt spennandi starv við nógvum avbjóðingum
- Dentur verður lagdur á at veita barninum eitt trygt og mennandi frítíðartilboð
Vit ynskja at umsøkjarin:
- Dugir at seta seg inn í støðuna hjá barninum
- Hevur hug og áræði at skapa ein fjølbroyttan og tryggan dag saman við barninum
- Hevur góð samstarvsevnir og kann taka ábyrgd
- Er við til at menna tað námsfrøðiliga arbeiðið
Setanarviðurskifti
Lønin er sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið. Um ongin námsfrøðingur søkir, verður hjálparfólk sett í tíðaravmarkað starv.
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Eydnu Olsen, leiðara í Frítíðarskúlanum á tlf. 448786/565023.
Umsóknir
Umsóknir saman við prógvum, CV og møguligum viðmælum skulu verða Nes kommunu í hendi í seinasta lagi 16. juni 2021.
Nes kommuna
Toftavegur 3
650 Toftir
www.nes.fo
nes@nes.fo