Onnur tíðindi

Frítíðarkort

Í fíggjarætlanina fyri 2020, sum Nes kommuna hevur viðgjørt íkvøld, eru avsettar 0,5 mió. kr. til eitt frítíðarkort, sum ætlanin er at allir borgarar í kommununi ímillum 6 og 18 ár skulu fáa í 2020.

Frítíðarkortið, eitt persónligt ognarkort á kr. 2.000 árliga, skal eftir ætlan kunna nýtast til alt virksemi á ítróttar-, mentanar- og frítíðarøkinum. Tey ungu velja sjálvi hvussu frítíðarkortið verður nýtt, og kann tað nýtast til frítíðarvirksemi í Nes kommunu og aðrastaðni.

Endamálið við Frítíðarkortinum er at tryggja, at øll børn og ung hava møguleika fyri at luttaka í frítíðarvirksemi í skipaðum felagsskapi, samstundis sum tað er ein fíggjarligur lætti hjá barnafamiljunum.

Neyðugt verður við avtalum millum kommununa og frítíðarfeløgini. Treytir fara m.a. at verða, at krøv verða sett til umstøður og venjarar/lærarar.

Í Íslandi er tílík skipan roynd við góðum úrsliti. SSP í Føroyum, hevur á teirra árliga kveikingardegi víst á íslendsku skipanina, og har hevur verið mælt til, at líknandi skipan verður sett í verk í Føroyum. ÍSF aðalskrivarin og formaðurin í Fólkaheilsuráðnum hava gjørt tað sama.

Nú verður farið undir at fyrireikað hvussu skipanin skal umsitast og skipast millum kommunu, ungdómin og frítíðarfelagsskapir. Nes kommuna hevur verið í samband við grannakommununa, sum hevur samtykt at seta somu skipan í verk. Í næstum fara kommunurnar at tosa um, hvussu eitt samstarv, eisini á hesum øki, møguliga kann skipast.

Seinni í ár verður meiri kunning um ætlaða Frítíðarkortið.