Onnur tíðindi

Eysturoyartunnilin er opnaður

Í samband við hátíðarhaldið tá Eysturoyartunnilin opnaði fyri almennari ferðslu ídag kl. 12.00 helt borgarstjórin í Nes kommunu, Jóhannus Danielsen, niðanfyristandandi talu.

Skelvandi stóðu tey hugdu at, meðan hin reysti kappin rætti út hond sína. Ovfarin mundi tey líta á, tá ið stormurin av eysturi skúgvaði vatni til viks, og fólkið alt gekk turrskøtt yvirum. Og bergtikin vórðu tey óivað, tá ið tey spákandi eftir reyðahavsins botni sóu veggir av vatni við teirra lið. Reyðahavið farið í tvey, tí at Gud fylgdi fólki sínum Ísrael.

Aftanfyri tey var fíggindin mikli, Egyptar, og frammanfyri avbjóðingin, havið.

Góðu landsmenn, staddir í Føroyum og uttanlanda.

Var tað ikki so, at vit føroyingar kendu hesa framúrskarandi bíbilsku hending, so kundi hetta tað sama verið søgan um tað stund okkum í dag er givin. Um lítla løtu, kann fólkið alt nevniliga fara rullandi, ikki eftir havbotni, men undir! havsins botni, undir Tangafjørð, og størsta frambrotið, samferðsluliga talað, er harvið vorðið veruleiki.

Ikki síggja vit havið sum veggir, eins og tey, men bergtikin, vænti eg at fólkið gerst, tá ið tað fær at síggja listaverkið og ljósspælið á botni. Myndir av hesum, hava longu fingið altjóða umrøðu. Tað er ikki so løgið. Hetta er heilt einfalt eitt valaverk! Og tøkk fái tit, ið stjórna, at tit hava raðfest hetta í verkætlanini.

Tíðin er dýrabar. Hana fáa vit ikki aftur, og ein av teim mongu fyrimunum, ið lýstir hava verið, í sambandi við Eysturoyartunnilinum, er júst sparda tíðin. Hetta er eyðvitað ein av størstu broytingunum, nú landið verður knýtt so væl saman – tað er nógv tíð at spara, hjá teimum, ið hava havt langt at farið, tað verið seg at vitja familju, til og frá arbeiði osfr. Vónandi verður hetta frambrotið, ikki einans, eg sigi ikki einans, viðvirkandi til at nú kunnu vit gerast effektivari og sum samfelag og einstaklingar renna enn skjótari. Vóni heldur hinvegin, at hetta man ríkað okkum menniskjaliga, tá ið vit soleiðis fáa givið ein sterkari infrastruktur.

Sum borgarstjóri í Nes kommunu, kann eg ikki annað, enn fegnast um tað áræði, ið fólkið í kommununi so mangan hava víst. Og soleiðis eisini við tí bólki, sum í 2002 fór undir realitetskanningar av hesum møguleika – tá nevndur Skálafjarðartunnlin. Fyri at halda fast í áðurnevndu bíbilsku hending, so var langa strekkið millum Nes kommunu og Havnina, tað ið var fíggindin. Og avbjóðingin var ikki Reyðahavið, men Tangafjørður.

Fólkinum í hesum arbeiðsbólki líkt, er sjáldan talan um forðingar, heldur avbjóðingar, og tá ið havið ikki av mannahond kann deilast í tvey, varð størsta verkætlan Føroya veruleiki. Tøkk fái tit fyri tykkara avgerandi íkast. Takk fyri tykkara dirvi.

Hvør so skal hava leiklutin sum hin mæti Móses, kunnu vit togast um 😊

Vegna Nes kommunu ynski eg at takka øllum sum eiga sín aktiva lut í hesi risastóru verkætlan: Føroya Løgtingi, Føroya Landsstýri, nevnd, stjóra og starvsfólkum í P/F Eysturoyar- og Sandoyartunlar, øllum ráðgevum, NCC og teirra nógvu undirveitarum. Takk til stjóran og starvfólk tunnilsfelagnum, Runavíkar- og Sjóvar kommunu fyri sera gott samstarv.

Tunnilsfelagnum takka vit serliga fyri at  geva okkum hesa jóla og nýggjársgávuna – eisini hetta at koyra ókeypis árið út. Hetta hevur ikki so lítið at týða, í einum ári, sum annars hevur verið rættuliga nógv merkt av einari lítlari veru, sum tók seg upp hinumegin klótuna. Nokk um tað.

Føroyar, sum eitt likam, økir um sín lívæðraslátt frá í dag av. Blóðrens Føroya kemur í umferð og sprænir lív við rúkandi ferð. Henda nýggja æðr birtir lív í allar ættir.

Nes kommuna, sum eitt týðandi organ í Føroya likamið, vil styrkja um sín leiklut at varðveita og betra um heilsustøðu tjóð okkara.

Vit gleðast um væntaðu avleiðingar við tilflyting til okkara stað, og tíðin fyri framman er meiri spennandi enn ókend.

Góðu føroyingar. Okkum øllum ynski eg hjartaliga til lukku.

Somuleiðis vil eg nýta høvi at ynskja okkum eini Gleðilig jól við orðum eftir hjá Jakob Jakobsen. Lagið til sálmin eigur Toftamaðurin H.J. Højgaard!

Gongur tú á trongum vegi,
bangnir tankar trongja inn,
einki kann sum jólagleði
lýsa upp títt myrka sinn.

Hoyr hin væna einglasongin
ljóða við hvørt klokkuslag,
tá skal vónin lætta veingin
rætt sum fyrsta jóladag.

Til lukku og Takk fyri!