Onnur tíðindi

Útgávudagur – Ættarbindið verður útgivið

  • Dagfesting:

Nú er triðja bindið, ættarbindið, liðugt og útgávudagurin verður mikudagin, 22. august kl. 19.30, í Tofta skúla.

Á útgávudegnum kostar hvørt bindið kr. 250. Vanligur prísur er kr. 350. Tey sum hava goldið og bílagt bøkur, fáa eisini bøkurnar útflýggjaðar.

Umframt at borgarstjóri og rithøvundar fara at siga nøkur orð, verður møguleiki at fáa bøkurnar signeraðar og Nes kommuna bjóðar ein drekkamun.