Onnur tíðindi

Eldraráðið lagt til brots

Valdagin 10. november var eisini val til eldraráðið á Skálafjørðinum. 5 limir sita í ráðnum, sum hevur skipað seg soleiðis:

Pætur Gunnarson Rasmussen, formaður.
Henning Bøgesvang, næstformaður.
Alfred Olsen, ritari.
Alma Poulsen, ráðslimur.
Kára Rasmussen, ráðslimur.

Kára umboðar Sjóvar kommunu, Alfred umboðar Nes kommunu og Pætur, Henning og Alma umboða Runavíkar kommunu.

Sambært løgtingslóg no. 19 frá 7. apríl 2014 um heimatænastu, eldrarøkt v.m. er ásett í § 6, stk. 2, at kommunurnar kunnu seta á stovn eldraráð í økinum, sum verða tikin við upp á ráð, tá avgerðir og umskipanir innan økið skulu fremjast.

Samsvarandi lógarheimildini valdu kommunurnar við Skálafjørðin – Nes, Sjóvar og Runavíkar – at skipa eitt felags eldraráð fyri allan fjørðin, svarandi til tað økið, sum Roðin fevnir um og varðar av. Kommunurnar hava eftir valið, sum lógin og viðtøkur Roðans fyriskriva, valt eitt politiskt stýri, sum vegna hesar stjórna samtakinum og hava ábyrgdina fyri Roðanum, m.a. búskapinum í samtakinum í mun til tær játtanir, sum veittar verða økinum úr kommunukassunum.

Eldraráðið hevur sínar egnu viðtøkur, men í mun til kommunurnar, stýrið og dagligu leiðsluna hevur eldraráðið ein ráðgevandi leiklut. Ráðið er valt fyri eitt 4 ára skeið.

Fríggjadagin var ráðsfundur í hølunum hjá Vesturskini á Toftum. Jóngerð Guttesen, leiðari Roðans, greiddi frá virkseminum, og stýrisformaðurin, Tórbjørn Jacobsen, greiddi frá ymsum viðurskiftum Roðanum viðvíkjandi. Greitt var, at partarnir eru sinnaðir at fara undir eitt stimbrandi samstarv, teimum eldru til fyrimunar.

ES: Myndin er tikin fríggjadagin og frá vinstru síggjast: Pætur, Alma, Alfred, Kára og Henning.