ELDRAØKIÐ

Nes kommuna er í javnbjóðis samstarvi um eldraøkið saman við Runavíkar- og Sjóvar kommunum.
Samstarvið er skipað í egnari eind, økistænastuni Roðin.
Til høgru, ovast, er link til heimasíðuna hjá Roðanum.

Adressan er
Roðin
Friðartún 1
Fo-620 Runavík
Telf +298 478200
teldupostur: rodin@rodin.fo
www.rodin.fo

Dagtilhald
Teimum eldru í Nes kommunu stendur í boði at fara í dagtilhald, sum eisini heldur til í Vesturskin.

Tilhaldið er opið týsdag, mikudag og hósdag frá kl. 15.00 til 18.00.

Undirhúsið
Bátafelagið á Toftum leigar hølini í gamla posthúsinum, har vælskipað undirhús heldur til, og har øll eru vælkomin.

Opið er allar dagar uttan sunnudag frá kl. 10.00 til 12.00 og kl. 14.00 til 17.00.

Reyða Kross Vitjanartænastan í Nes kommunu
Kundi tú hugsa tær ein vitjanarvin? Ella hevur tú tú hug at gleða ein við eini vitjan? So set teg í samband við Reyða Kross Vitjanartænastuna.

Umboð í Nes kommunu eru:

Eigil Andersen, Nes
telf: +298 212129
teldupostur: eigadd@olivant.fo

Maja Højgaard Jakobsen, Toftir
telf: +298 244173
teldupostur: x-sixe@olivant.fo

At vera vitjanarvinur er sjálvboðið og ólønt arbeiði. Tú vitjar vin tín eina ferð um vikuna. Hvør vitjan varir ein til tveir tímar, ella eftir avtalu.
Vitjanarvinirnir hjá Reyða Krossi eru álítandi og hava tagnarskyldu.