Onnur tíðindi

Drotningin fekk gávu frá Nes kommunu

Í samband við vitjanina hjá H. H. Drotning Margrethu í Nes kommunu, handaði borgarstjórin henni eina gávu. Gávan var ein poncho, sum Navia hevur staðið fyri at framleiða.

Tá støða skuldi takast til, hvat H. H. Drotningin skuldi fáa í gávu, var ein bólkur av bindikønum kvinnum savnaður. Kvinnurnar savnaðu saman mynstur úr bygdunum, eins og gomul mynstur, sum tær høvdu liggjandi.

Valið fall á vakra kærleiksmynstrið úr gomlu Nes kirkju. Josefina Jacobsen hevur síðan teknað mynstrið. Mynstrið skal ímynda kærleikan H. H. Drotningin hevur til Føroyar, fólkið og kirkjuna.

Sára Mrdalo hevur sniðgivið og bundið plaggið í samráð við Navia. Ponchan er kongablá og er bundin úr Navia Uno og Navia Alpaca.

Harafturat fekk Hennara Hátign gávu frá Undirhúsinum. Tann gávan var eitt vakurt teppi frá Navia.

 

Komandi tíðina fer Navia at almannakunngera tey vøkru mynstrini, sum komu til sjóndar, tá ið leitað varð eftir íblástri til gávuna til H. H. Drotningina.   

Hennara Hátign takkaði hjartaliga Nes kommunu og Undirhúsinum fyri gávurnar.

Bygdaráðið fegnast um, at hátíðardagurin eydnaðist so væl. Nes kommuna takkar hjartaliga øllum teimum, sum á einhvønn hátt viðvirkaðu, fyrireikaðu og gjørdu tað, at dagurin gjørdist so avbera góður.