Onnur tíðindi

Dagføringarnar á reinisverkinum byrjaðar

Vísandi til tilgongdina í 2022 um at betra um vatngóðskuna, samtykti bygdaráðið í januar at taka av tilboði frá Mest uppá at dagføra reinsiverkið. Endamálið er fyrst og fremst at fáa litin úr drekkivatninum.

Hesa vikuna varð farið undir at seta upp nýggj UV-filtur við tilhoyrandi nýggjum kontrolskápum.

Komandi dagarnar verður so sett upp ein royndarskipan, sum skal staðfesta, um til ber at fáa litin burtur við at nýta kolfiltur.

Í næstum verður eisini sett upp eitt “aggrigat” í nýggja skúrin, sum arbeiðsmenninir hjá kommununi eru í ferð við at gera uppat reinsiverkinum.