Bátafelagið aðalfund 14. mai

Bátafelagið á Toftum hevur aðalfund hósdagin 14. mai, kl. 19,00, í hølum felagsins.

Skrá sambært viðtøkum felagsins.

Vegna Bátafelagið

Høgni Waag Høgnesen, formaður

 

 

Onki gjald fyri onga tænastu

Hin 20. apríl lótu dagstovnarnir í Nes kommunu varliga uppaftur, so sum landsins mynduleikar mæltu til.

Foreldur skulu boða frá, fyri eina viku í senn, um barn teirra kemur á dagstovn.

Vísandi til vegleiðingina hjá Coronaráðgevingini eru gjørdar serligar reglur fyri vøggustovuna, barnagarðin og frítíðarskúlan, fyri børn, foreldur og starvsfólk.

Stórur dentur verður lagdur á reinføri á stovnunum. Aðrar reglur eru m.a., at starvsfólk og børn ikki kunnu ferðast ímillum stovurnar og foreldur og onnur óviðkomandi ikki koma inn á stovurnar. Lagt er upp til, at børnini verða nógv úti.

Frítíðarskúlin heldur til í Tofta skúla fyrstu tíðina, meðan vøggustovan og barnagarðurin húsast í vanligu stovunum.

Bygdaráðið viðgjørdi í gjárkvøldið, 27. apríl, dagstovnagjaldið, nú varliga er latið uppaftur. Avgjørt bleiv, at tey sum hava børn síni heima, ikki skulu rinda barnagarðsgjald, meðan tey, ið taka av dagstovnatilboðnum, skulu gjalda fyri tænastuna. Ásett eru tí eitt fyribils dagsgjøld:

  • Dagsgjald fyri børn í vøggustovu: 120,00 kr.
  • Dagsgjald fyri børn í barnagarðsstovu: 100,00 kr.
  • Dagsgjald fyri børn í frítíðarskúla: 50,00 kr.

Dagsgjaldið íalt fyri hvønn mánað, kann tó ikki fara upp um tað, sum mánaðarliga dagstovnagjaldið vanliga er.

Bygdarráðið hevur eisini avgjørt,  at tey sum ikki høvdu børn síni á dagstovni frá 16. mars til 17. apríl, eftir tilmælinum frá landsins mynduleikum, skulu ikki gjalda fyri dagstovnaplássið hesa tíðina.

Sostatt hevur Bygdaráðið í Nes kommunu avgjørt, at tað er einki gjald fyri onga tænastu í koronatíðini.

 

Reisigildi á Brekkukletti

Í dag kl. 12.00 var reisigildi á Brekkukletti á Toftum í sambandi við, at nýggi Frítíðarskúlin er reistur.

Stóri fólkavøksturin í Nes kommunu seinnu árini hevur tað við sær, at tørvur er á hølum til fleiri dagstovnapláss í framtíðini.

Fyri nøkrum árum síðani vaks kommunan um barnagarðin og gjørdi vøggustovu. Nú er tíðin komin til at vaksa um Frítíðarskúlan. Umframt Frítíðarskúlan, fer elsti árgangurin í Barnagarðinum, sum vanliga verður nevndur skúlabólkurin, eisini at húsast í nýggja bygninginum.

Fuglark Arkitektafelag hevur teknað, staðið fyri projekteringini  og hevur byggileiðsluna. Byggivirkið KBH hevur stórarbeiðstøkuna, og aðrir arbeiðstakarar eru RTS, Blikksmiðjan, HD Electric, AM Máling og Gólvmenn.

Bygningurin, sum verður bygdur norðurfrá verandi frítíðarskúla, er í 2 hæddum. 1 stova við bólkarúmi er á hvørjari hædd. Harumframt er innrættað inngongd/uppgongd, klædnarúm, felagsøki til verandi frítíðarskúla og nýggju stovurnar, starvsfólkarúm og skrivstova.

Eftir ætlan verður bygningurin liðugur við árslok í ár.

Á lítlu samkomuni í dag takkaði borgarstjórin í Nes kommunu, Jóhannus Danielsen, fyri gott samstarv og rósti øllum fyri gott arbeiði og áhaldni, serliga í vetur, tá veðrið mangan ikki var til vildar.

Fermeturprísurin er uml. kr. 23.000, men tá er stovan í 1. hædd ikki liðug innrættað. Samlaði kostnaðurin er uml. 12,0 mió. kr., og tá er hálv mió. kr. íroknað til ábøtur á verandi frítíðarskúla og uttanumøki.

Bygdaráðsfundur 27. apríl

Bygdaráðsfundur verður mándagin 27. apríl 2020, kl. 18.00, í bygdaráðssalinum á Toftum, við hesi dagsskrá:

 Mál nr.          Málsheiti                Málslýsing

19/2020       Fíggjarmál              Roknskapur 2019 – Skálafjarðar Sløkkilið

20/2020       Fíggjarmál              Bátavask í Oyrunum

21/2020       Mentanarmál         Umsókn um stuðul

22/2020       Mentanarmál        Roknskapur 2019 – Fornminnisf./Bygdasavnið

23/2020      Trivnaðarmál         Trivnaðarkanning

24/2020       Trivnaðarmál         Hitaskipan í Frítíðarskúlanum

25/2020       Trivnaðarmál         Loft í Barnagarðinum

26/2020       Tekniskt mál          Umsókn um byggiloyvi

27/2020       Tekniskt mál          Umsókn um prinsipielt byggiloyvi

28/2020       Tekniskt mál          Umsókn um prinsipielt byggiloyvi

29/2020       Tekniskt mál          Umsókn um byggiloyvi

30/2020       Tekniskt mál          Umsókn um uppíbygging

31/2020       Tekniskt mál          Umsókn um byggiloyvi

32/2020       Fíggjarmál              Foreldragjaldið í koronatíðini  (neyðansing)

33/2020       Fíggjarmál              Fíggjarætlan 2021 – Bygdabókasavnið

34/2020       Mentanarmál         Umsókn um farloyvi

35/2020       Tekniskt mál          Umsókn um byggiloyvi

36/2020       Tekniskt mál          Dagføring av svimjihylinum í Tofta skúla

37/2020       Trivnaðarmál         Foreldragjaldið í koronatíðini (varliga opnað)

38/2020       Tekniskt mál          Umsókn um P-øki til bussar 

Kunning

Toftir, hin 24. apríl 2020

Nes kommuna

 

Dagstovnarnir og skúlin opnað varliga mánadagin

Løgmaður hevur vegna Føroya Landsstýri mælt til, at dagstovnarnir opnað varliga aftur mánadagin 20. Apríl. Nes kommuna fylgir tilmælinum frá løgmanni og Føroya Landsstýri.

Í hesi vikuni hava leiðslurnar í dagstovnunum í Nes kommunu – vøggustovuni, barnagarðinum og frítíðarskúlanum – verið í samband við foreldrini at børnunum sum ganga á dagstovnunum og greitt teimum frá hvussu opnað verður varliga aftur. Leiðslurnar hava fingið upplýst frá foreldrunum hvussu nógv børn koma í dagstovnarnar í komandi viku.

Annars verður tað soleiðis, at foreldur skulu siga frá um barn teirra kemur á dagstovn. Sigast skal frá fyri eina viku í senn, í vikuni frammanundan, í seinasta lagi hósdag í middegi, kl. 12.00.

Í samband við varligu upplatingina, hevur Coronaráðgevingin gjørt eina vegleiðing fyri varliga upplating á dagstovnum v.m. Sí vegleiðingina her: Vegleiðing fyri at lata dagstovnar v.m stigvíst uppaftur..pdf

Í Tofta skúla byrja 1., 2. og 3. flokkur varliga skúlagongdina aftur mánadagin.

Vøggustovan og Barnagarðurin

Vísandi til vegleiðingina hjá Coronaráðgevingini, eru gjørdar serligar reglur fyri vøggustovuna og barnagarðin á Svangaskarði, bæði fyri foreldur og starvsfólk. Foreldrini fáa hesar vegleiðingar útflýggjaðar.

Stórur dentur verður lagdur á reinføri á stovninum. Starvsfólk og børn skulu ikki ferðast ímillum stovurnar og foreldur og onnur óviðkomandi koma ikki inn á stovurnar. Lagt er upp til at børnini verða nógv úti.

Tofta skúli og frítíðarskúlin

Frítíðarskúlin fer at halda til í Tofta skúla fyrstu tíðina, meðan opnað verður varliga aftur. Tað eru 1. og 2 flokkur, sum ganga í frítíðarskúlanum, og tey byrja skúlagongdina aftur mánadagin eins og 3. flokkur.

Í Tofta skúla er betur møguleiki fyri at skipað frítíðaransingini, so tilmælini frá Coronaráðgevingini verða fylgd.

Børnini møta í skúla mánadagin 20. Apríl áðrenn kl. 08.00 og mannagongdin henda:

Næmingrnir í 1. flokki: Næmingarnir ganga inn gjøgnum høvuðsdyrnar niðanfyri skúlan, har starvsfólk taka ímóti.

Næmingarnir í 2. flokki: Næmingarnir í 2. flokki brúka neyðútgongdina norðanfyri skúlan, sum er á 3. hædd, har starvsfólk taka ímóti.

Næmingar í 3. flokki: 3. flokkur gongur inn gjøgnum dyrnar við svimjihøllina, har starvsfólk taka ímóti.

Tað er tryggast, at næmingarnir sjálvir ganga inn í skúlan, har starvsfólk taka ímóti.

Leiðsla skúlans vil, at næmingarnir ikki møta áðrenn kl. 07.50 um morgunin.

Næmingarnir verða skipaðir í bólkar við uml. 6 – 8 næmingum í hvørjum. Tilmælið er, at hvør næmingur hevur uml. 4 fermetrar.

Stovurnar eru uml. 55 – 65 fermetrar til støddar, og borðini verða skipað við mest møguligu frástøðu frá hvørjum øðrum.

Miðað verður ímóti, at somu starvsfólkini alla tíðina eru um hvønn bólk. Somu bólkar halda fram í frítíðarskúlanum.

Skúladagurin er skipaður í blokkar við fríløtum.

Handreinføri er av allarstørsta týdningi: Áhaldandi at vaska hendur eftir “hvørja gerð”, verður ein aðaltáttur í skiftum í skúladegnum.

Annars verður skúlagongdin komandi tíðina skipað í tráð við skriv frá Coronaráðgevingini.

Sí skrivið her: Vegleiðing fyri stigvísa og varliga upplating av skúlum og frítíðartilboðum.pdf

 

Kommunuskrivstovan er stongd!

Kommunuskrivstovan er stongd frá mánadegum 6. apríl til týsdagin 14. apríl.

Tilmælini, sum eru sett í samband við Covid-19 smittuna, eru galdandi fram til 13. apríl, tí er enn ógreitt, um kommunuskrivstovan letur uppaftur sum vanligt 14. apríl. Men í øllum førum verður opið aftur 14. apríl, kl. 10.00, tó møguliga bert við telefonavgreiðslu.

Borgarar, sum hava átrokandi ørindi, kunnu ringja til telefon 448144. Fleiri upplýsingar um kommunua síggjast eisini her á heimasíðuni.

Nes kommuna ynskir øllum einar gleðiligar páskir.

 

Várdagar hjá Nes kommunu útsettir/broyttir

Síðani 2014 hevur Nes kommunu skipað fyri Várdøgum í vikuni undan árliga bátafestivalinum á Toftum, sum er fyrsta vikuskifti í mai. Várdagar og Bátafestivalurin eru fólkslig almenn tiltøk fyri øll.

Komið var undir land við skránni fyri í ár, nú Covid 19 smittan legði heimin lamnan, eisini Føroyar.

Mælt  verður frá at savnast í bólkum størri enn 10 fólk, og tí er sjálvandi ikki møguleiki at skipað fyri almennum tiltøkum.

Bátafelagið á Toftum hevur tikið avgerð um at flyta Bátafestivalin til 20 juni.

Hóast skráin er klár, verða várdagarnir í Nes kommunu sostatt ikki í síðstu vikuni í apríl, sum undanfarin ár.  Ætlanin er í staðin at skipað fyri ymiskum tiltøkum í summar og í vikuni undan Bátafestivalinum 20. juni. Kunnað verður um tað seinni.

Nes kommuna

 

 

 

BÁTAFESTIVALURIN Á TOFTUM ÚTSETTUR TIL 20. JUNI 2020

Bátafelagið á Toftum, ið skipar fyri Bátafestivalinum, hevur valt at útseta Bátafestivalin til 20. juni. Tað er fyri at taka atlit  til COVID-19 smittuna.

Bátafestivalurin er á hvørjum ári fyrsta vikuskifti í mai, og tað var eisini ætlanin í ár.

Vit vilja hava ein góðan og hugnaligan bátafestival og tað er ikki møguligt, nú Korona COVID-19 ger um seg í Føroyum.

Vit vilja fylgja ráðunum frá mynduleikunum og at samlað túsund fólk á Bátafestivali á Toftum, er ikki rætt at gera í løtuni.

Nes kommuna, sum skipar fyri Várdøgunum í vikuni undan Bátafestivalinum, hevur eisini tikið avgerð um at útseta ætlaðu tiltøkini. Ætlanin var at tiltøkini skuldu verða frá 25. apríl til 2. mai.

Bátafelagið á Toftum og Nes kommuna koma vónandi at skipa fyri ymiskum tiltøkum undan Bátafestivalinum 20. juni.

Vit fylgja gongdini viðvíkjandi Korona smittuni og kunning kemur komandi tíðuna, um hvat verður á skránni til Bátafestivalin á Toftum og til Várdagarnar hjá Nes kommunu.

Bátafelagið á Toftum & Nes kommuna

×