Í vár bjóðaði Nes kommuna alment út eitt øki áleið 2000 fermetrar við Høganesvegin til bygging eftir ávísum ynskjum og treytum. Av trimum áhugaðum fyritøkum varð fyritøkan KBH vald.
Sum uppfylging uppá uppskot um byggiverkætlan við Høganesvegin, hevur KBH arbeitt víðari við verkætlanini og kannað øll tey uppskotini/hugskotini, sum vóru uppi og vendu á fundinum við umboð fyri kommununa beint fyri summarfrítíðina.
Út frá øllum hesum uppskotum, hugskotum og ynskjum, fóru teir aftur til tekniborðið. Teir halda seg nú hava funnið ta loysnina, sum teimum dámar best. Haraftuat metir KBH, at teir við hesi verkætlan nøkta ein eftirspurdan tørv á marknaðinum, sum eisini hóskar væl við atliti til umhvørvi og grannalag á staðnum.
Uppskotið, sum teir hava projekterað liðugt, er væl í tráð við upprunauppskotið í teirra umsókn. KBH hevur tó gjørt tvær ymiskar innrættingar – ávikavist við 3 ella 4 kømrum. KBH heldur seg hava eina spennandi byggiverkætlan.
KBH hevur fyri stuttum fingið graviloyvi frá Nes kommunu. Á bygdaráðsfundinum mánakvøldið 25. okt. samtykti bygdaráðið at geva byggiloyvi til umrøddu randarhúsini.
Randarhúsini eru staðsett í vøkrum náttúruumhvørvi og góðum útsýni yvir Skálafjørðin. Randarhúsini verða partur av nýggja býlinginum í økinum , har Nes kommuna hevur longt Høganesvegin og gjørt klár til nýtt setahúsaøki í niðaru síðu av vegnum, meðan ætlanin er at hava randarhús, íbúðir o. l. í ovaru síðuni.
KBH fer í hesi verkætlanini at byggja tvær ymiskar húsatypir í tveimum hæddum. Hvørt randarhús hevur yvirdekkað bilskýli, tøknirúm, goysmlsu, inngongd/dur, 2 wc, bryggers, stórt rúm til køk/stovu og ávikavist 3 ella 4 kømur.
Haraftuat er ein stór altan/terassa og gott tún bæði í niðaru og ovaru síðu.
Útgrevstur og planering verður væntandi liðugt til jóla. Byggingin av teimum seks randarhúsunum byrjar eftir ætlan í januar 2022.