Onnur tíðindi

Brævatkvøður til løgtingsvalið 8. desember

Løgtingsval er útskrivað at verða 8. desember 2022.

§37 í løgtingslóg nr. 49 frá 20. juli 1978 um val til Løgtingið við seinni broytingum sigur soleiðis:

“sjófólk og onnur, sum ikki halda seg verða heima valdagin, og veljarar, sum eru staddir uttanlands, kunnu útfylla atkvøðuseðilin í fyrsta lagi 4 mánaðar áðrenn valdagin.”

Seinasta freist at greiða brævatkvøðu  er  7. desember 2022.

Til ber at greiða brævatkvøðu á kommunuskrivstovuni í vanligu upplatingartíðini. Um ikki ber til at møta í vanligu upplatingartíðini ella um onnur ivamál eru, ber til at ringja á tlf. 565004 fyri at avtala nærri.

Nes kommuna