Onnur tíðindi

Brævatkvøður til løgtingsval 2019

Løgtingsval verður í seinasta lagi 1. september 2019.

§37 í løgtingslóg nr. 49 frá 20. juli 1978 um val til Løgtingið við seinni broytingum sigur soleiðis:

“sjófólk og onnur, sum ikki halda seg verða heima valdagin, og veljarar, sum eru staddir uttanlands, kunnu útfylla atkvøðuseðilin í fyrsta lagi 4 mánaðar áðrenn valdagin.”

Til ber at greiða brævatkvøðu við at venda sær til kommunuskrivstovuna.