Onnur tíðindi

Bindiklubbur – við ella uttan stokkar – fyri tilfluttar kvinnur í Nes kommunu

 

 

Síðani desember mánað seinasta ár, hava kvinnur samlast regluliga, annaðhvørt hóskvøld, til hugnakvøld/bindiklubb í samkomuhølinum (kjallaranum) á Vesturskin.

Kvinnur eru komnar uppí so við og við, og nú ynskja fyrireikararnir at lýsa tiltakið her, so tað kemur út til allar kvinnur, sum hava hug at verða við.

Tiltakið er hóskvøld frá kl. 20-22 í ólíka vikum. Endamálið við tiltakinum er, at kvinnur, sum eru fluttar til Nes kommunu at búgva, og tí møguliga ikki hava eitt stórt sosialt netverk her ella ganga í nøkrum bindiklubba, skulu koma at kennast og hugna sær saman.

Tiltakið er ætlað bæði kvinnum, sum koma úr útlondum og kvinnum, sum hava búð aðrastaðni í Føroyum. Er onkur onnur kvinna, sum ynskir at verða við, so er hon eisini hjartaliga vælkomin.

Tað er Maja Højgaard Jakobsen, sum hevur tikið stig til tiltakið, og orsøkin er, at hon gjørdist varug við, tá vitjunartænastan hjá Reyða krossi byrjaði, at tað eisini vóru yngri kvinnur, sum kanska ikki hava eitt so stórt netverk í økinum her ella ganga í nøkrum bindiklubba. Tá ein flytur til aðra bygd/bý/land, so flyta vinkonurnar jú ikki við.

Tað eru Maja og Hansina hjá Olaf, sum skipa fyri kvøldunum, og Nes kommuna, sum gleðist um tiltakið, hevur skaffað hølið í Vesturskin til endamálið.

Maja og Hansina gleða seg at síggja nógvar kvinnur  hóskvøldið 27.mai kl. 20 – við ella uttan stokkar.