Onnur tíðindi

Barnaverndartænastan við Skálafjørðin søkir eftir dagligum leiðara

Barnaverndartænastan við Skálafjørðin søkir eftir einum framsøknum leiðara. Evsta markið fyri at lata umsóknir inn er hin 25. mars 2021, og ætlanin er, at viðkomandi, ið settur verður, byrjar í starvinum eftir avtalu ella í seinasta lagi 1. mai 2021.

Starvið er avbjóðandi á einum spennandi arbeiðsplássi við góðum starvsfeløgum. Uppgávurnar hjá Barnaverndartænastuni fevna m.a. um at menna tænastu, málsviðgerð, kanningar og samrøður við bæði børn og vaksin. Ein partur av virkseminum er eisini at tryggja, at børn, sum vaksa upp undir viðurskiftum, ið kunnu skaða teirra heilsu og menning, fáa neyðuga hjálp og umsorgan rættstundis – fyri at hesi kunnu hjálpast til ein tryggan uppvøkstur.

Sí starvslýsing

Søk starv