Onnur tíðindi

Barnagarðurin á Svangaskarði

”Gamla B68” húsið, sum nú er tann gamli parturin av barnagarðinum á Svangaskarði, er í ár dagførdur uttan. Bygningurin er bjálvaður og hevur fingið nýggja klæðing, so nú líkist hann meira tí nýggjara partinum av dagstovninum.

Tá ið dagstovnurin varð útbygdur fyri nøkrum árum síðan, varð “Gamla B68 húsið” samanbygt við nýggja partin.

Eftir dagføringina, sum er gjørd í ár, kann sigast, at hesir báðir bygningar meira síggja út sum ein heild.

Í komandi ári er ætlanin at mála bygningarnar. Eisini er ætlanin at bøta um og dagføra útiøkið hjá barnagarðinum eins og hjá vøggustovuni.

Tað er Byggivirkið KBH, sum hevur staðið fyri at gera arbeiðið, meðan Teknistovan í Gøtu hevur tikið sær av tí tekniska partinum. Teknistovan hevur eisini staðið fyri eftirlitinum fyri Nes kommunu.

Nes Kommuna takkar KBH og Teknistovuni í Gøtu fyri gott samstarv.