Onnur tíðindi

Barnagarðurin á Svangaskarði, Toftir søkir eftir avloysara

Til barnagarðin og vøggustovuna verður søkt eftir avloysara, at byrja beinanveg

Arbeiðstíðirnar sum tímaløntur avloysari eru eftir tørvi, tá starvsfólk eru burtur vegna sjúku, frítíð v.m.

Um okkum
Barnagarðurin á Svangaskarði liggur í náttúruvøkrum umhvørvi oman fyri bygdina við stadionøkið og beint við hagan.

Á stovninum eru 5 barnagarðsstovur og 4 vøggustovur.
Í okkara arbeiði leggja vit stóran dent á tað sansamotorisku menningina hjá børnunum.

At vit røra okkum og eru úti í náttúruni, hevur týdning í okkara námsføðiliga gerandisdegi og at vit saman skapa eitt fjølbroytt og mennandi umhvørvið, har børn og vaksin trívast.

Vit hava góðar umstøður bæði inni og úti.

Lønin er sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið,

Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Tóru Johannessen leiðara á tlf 565021

Umsóknir

Umsóknir saman við prógvum og møguligum viðmælum skulu verða Nes kommunu í hendi í seinasta lagi 07.09.2020.

Nes Kommuna
650 Toftir
www.nes.fo
nes@nes.fo