Onnur tíðindi

Barnagarðurin á Svangaskarði søkir eftir námsfrøðingum  

Til vøggustovuna verður søkt eftir:  

1 námsfrøðingi at arbeiða 35 tímar um vikuna, í fast starv, frá 01.04.2021

1 námsfrøðingi at arbeiða 35 tímar um vikuna, í fast starv, frá 01.05.2021

1 námsfrøðingi at arbeiða 20 tímar um vikuna, til barn við serligum tørvi, frá 01.04.2021

 

Vit vænta at umsøkjarin:

  • Hevur hug og áræði at skapa ein fjølbroyttan og tryggan dag saman við børnunum
  • Dugir at seta seg inn í støðuna hjá tí einstaka barninum
  • Hevur hug og hegni at arbeiða við teimum møguleikum, sum stovnurin og nærumhvørvið leggur upp til
  • Hevur hug at røra seg og vera nógv úti í náttúruni
  • Hevur góð samstarvsevnir og kann taka ábyrgd
  • Er námsfrøðiliga fakliga áhugað/-ur og er við til at menna tað námsfrøðiliga arbeiðið

 

Vit bjóða

  • Góðar starvsfelagar
  • Møguleika fyri fakligum íblástri
  • Felagsrúm við góðum møguleikum til rørslu o.a.
  • Gott spæliøkið, beint við hagan og Toftavatn
  • Eitt nærumhvørvi við góðum møguleikum til náttúruuplivingar av ymiskum slag
  • Arbeiðsumhvørvið, har vit leggja dent á at hava tað gott saman

 

Um okkum
Barnagarðurin við stadionøkið á Svangaskarði og beint við hagan.

Á stovninum eru 5 barnagarðsstovur og 4 vøggustovur.
Í okkara arbeiði leggja vit stóran dent á tað sansamotorisku menningina hjá børnunum.

At vit røra okkum og eru úti í náttúruni, hevur týdning í okkara námsføðiliga gerandisdegi og at vit saman skapa eitt fjølbroytt og mennandi umhvørvið, har børn og vaksin trívast.

Lønin er sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.

Meira fæst at vita um størvini við at venda sær til Tóru Johannessen leiðara á tlf. 565021.

 

Umsóknir

saman við prógvum og møguligum viðmælum skulu verða Nes kommunu í hendi í seinasta lagi 19. mars 2021 kl. 12.00.

Nes Kommuna
650 Toftir
www.nes.fo
nes@nes.fo