Onnur tíðindi

Ársroknskapurin fyri 2016 samtyktur

Staðfest var, at samlaðu inntøkurnar vóru hægri enn mett, og útreiðslurnar til rakstur og íløgur fyri 2016 vóru minni enn roknað bleiv við í ætlanini.

Nettoskattainntøkan hjá kommununi í 2016, eftir frádrátt av rentustuðli, er 51,1 mió. krónur, sum er 3,8 mió. krónur hægri enn í 2015. Í javnaðu fíggjarætlanini var roknað við eini nettoskattainntøku fyri 2016 á 45,6 mió. kr. Sostatt blivu samlaðu inntøkurnar í 2016 5,5 mió. krónur meiri enn mett í fíggjarætlanini.

Hækkingin í skattainntøkunum í 2016 stavar frá øktum persónskatti við 4,1 mió. krónum, meðan partafelagsskatturin lækkaði við 1,2 mió. krónum. Inntøkurnar til eldraøkið øktust við 0,9 mió. krónum.

Samlaðu rakstrararútreiðslurnar í 2016 vóru 42,2 mió. krónur, ið er 3,4 mió. krónur meiri enn í 2015. Í javnaðu fíggjarætlanini fyri 2016 var roknað við einari samlaðari rakstrarútreiðslu á 43,2 mió. krónur. Sostatt blivu samlaðu útreiðslurnar í 2016 1,0 mió. krónur minni enn mett í fíggjarætlanini.

Samlaðu bruttoíløgurnar í 2016 vóru 9,3 mió. krónur. Kommunan seldi grundstykkir fyri 2,1 mió. krónur og var nettoíløgan tískil 7,2 mió. kr. Í javnaðu fíggjarætlanini var roknað við einari nettoíløgu á 7,6 mió. krónur. Sostatt blivu samlaðu íløgurnar 0,4 mió. krónur minni enn mett í fíggjarætlanini.

Av gjørdum íløgum í 2016 kunnu nevnast: Nýggj vøggustova gjørd liðug, dagføring av heilsudepli, útbygging av ítróttarøki og húsi á Svangaskarði, byggibúning, liðugtgerð av vegi og gongubreytum, keyp av arbeiðsbili og asfaltering á havnalagnum.

Í upprunaligu fíggjarætlanini fyri 2016 var roknað við einum halli á 1,9 mió. krónum, men staðfesta avlopið gjørdist 1,1 mió. krónur, ella 3,0 mió. krónur meiri enn roknað var við.

Við árslok 2016 var nettoskuldin hjá Nes kommunu 21,6 mió. krónur størri enn roknskaparliga ognin hjá kommununi. Kommunur hava ikki loyvi at hava størri skuld enn eina árliga skattaálíkning. Markið hjá Nes kommunu fyri árligari skattaálíkning er 43,5 mió. kr., roknað við einum skattaprosenti á 23,0. Nettoskuldin er sostatt væl niðanfyri eina skattaálíkning.

Ársroknskapurin fyri 2016 kann lesast her