Onnur tíðindi

Altjóða læraradagur 2018 í Tofta skúla

Seinasta fríggjadag bleiv altjóða læraradagur hildin í Tofta skúla. Á heimasíðuni hjá Tofta skúla er soleiðis skrivað um dagin:

Stuttligt var at møta til arbeiðis í Tofta skúla í morgun. Rómur var á bæði børnum og vaksnum. Tú visti alt fyri eitt, at har var okkurt serligt á vási. Nógv foreldur høvdu ikki sum vanligt sagt farvæl við børnini í túninum, men tey vóru komin inn í skúlan við teimum. Ja, hetta var dagur í viku. Onkur av nýggju starvsfólkunum hevði á orði og spurdi, hvat hendir í morgun? Og so kundu børn og vaksin svara, jú tað er altjóða læraradagur.

Altjóða læraradagur er ein heilt serligur dagur. Endamálið við honum er at virðismeta og menna heimins undirvísarar. Fleiri enn 100 lond hátíðarhalda dagin, sum varð hildin fyrstu ferð í 1994. Tá spratt dagurin úr heimsyvirlýsing Sameindu Tjóða frá 1948 um mannarættindi. Sostatt minnast vit eisini í ár 70 ára dagin fyri heimsyvirlýsingina um mannarættindi, har eitt punkt er, at øll hava rætt til skúlagongd. Í ár er evnið “The Right to Education is the Right to a Qualified Teacher”, ein áminning um, at rætturin til skúlagongd kann ikki gerast veruleiki uttan lærdar, dugnaligar lærarar.

Næmingaráðið og skúlastýrið skipa fyri degnum í Tofta skúla. Vit byrjaðu sum vanligt við morgunsangi. Eftir morgunsangin helt Elsa úr næmingaráðnum eina væl skrivaða røðu um munin á skúlagongdini fyrr og nú, og síðani gav hon gestarøðaranum Tórði Mikkelsen mikrofonina. Tórður hugleiddi um sína egnu skúlagongd á Toftum, har hann segði frá bæði stuttligum og hugnaligum minnum frá sínum barndómi.

Tá ið røðurnar vóru lidnar, var gávuhandan á skránni. Lærararnir sótu niðri, meðan flokkarnir skiftust um at koma niðan og handa gávur, sum næmingarnir og foreldraumboðini í flokkunum høvdu skipað fyri. Nógv lógvatøk vórðu tikin hesa løtuna, og hvør einstakur næmingur tók í hondina á øllum lærarunum og ynskti teimum til lukku við degnum ella ein góðan læraradag, Aftaná fingu lærararnir morgunmat, meðan eldru næmingarnir fóru inn í floksstovurnar saman við yngru næmingunum, har teir fingu leskidrykk og sjokulátu.

Hetta var ein deilig løta, og hvørt ár verður í langa tíð aftaná tosað á lærarastovuni um, hvussu kveikjandi og gleðiligt tað er at uppliva hesar løturnar.

Fleiri myndir síggjast á toftaskuli.fo.