Onnur tíðindi

Almenn móttøka hjá Nes Sóknar Musikkskúla

  • 14
    Shares

Í næstum tekur Tóri Restorff Jacobsen við sum leiðari fyri Nes Sóknar Musikkskúla eftir Johan Mortensen.

Í hesum sambandi skipar musikkskúlin fyri almennari móttøku í Tofta skúla týsdagin 4. desember kl. 16-17.30, har til ber at heilsa uppá teir báðar, Johan og Tóra.

Móttøkan byrjar kl. 16, og eru røður og tónleikainnsløg á skránni.

Musikkskúlin vónar at síggja samstarvsfelagar, foreldur og núverandi og fyrrverandi næmingar til móttøkuna.

Øll eru hjartaliga vælkomin.