Onnur tíðindi

Almenn hoyring – Broyting av byggisamtyktum

Bygdaráðið samtykti á fundi 26. apríl 2021 uppskot um at broyta almennu byggisamtyktina fyri Nes kommunu fyri part av matr. nr. 746a og 267e.

Uppskotið til broytingina snýr seg um at broyta part av matr. nr. 746a og 267e frá ”B, Bústaðarøki” til ”A2, Miðstaðarøki – íbúðir”. Eisini skal ein partur av matr. nr. 267a broytast frá ”H, avlopsøki – landbúnaður, grótbrot, fiskaalistøðir o.a.” til ”A2, Miðstaðarøki – íbúðir”. Broytingin er í sambandi við ætlanir um at byggja íbúðir, raðhús og líknandi í økinum.

Tilfar, sum lýsir uppskotið um at broyta almennu byggisamtyktina fyri part av matr. nr. 746a og 267e, liggur frammi á heimasíðuna hjá Nes kommunu og á kommunuskrivstovuni frá 4. juni 2021 til 16. juli 2021.

Møgulig mótmæli ella broytingaruppskot verða at senda Nes kommunu skrivliga til nes@nes.fo í seinasta lagi 16. juli 2021.

Sí pdf kort her Kunngerð – Broyting av byggisamtyktini á Høganesvegnum.

 

Bygdaráðið samtykti á fundi 26. apríl 2021 uppskot um at broyta almennu byggisamtyktina fyri Nes kommunu fyri matr. nr. 415o og 415p.

Uppskotið til broytingina snýr seg um at broyta part av matr. nr. 415o og 415p frá at vera ”A, Miðstaðarendamál” til at vera ”A2, Miðstaðarøki – íbúðir”.

Broytingin er í sambandi við ætlanir um at byggja íbúðir í økinum.

Tilfar, sum lýsir uppskotið um at broyta almennu byggisamtyktina fyri part av matr. nr. 415o og 415p, liggur frammi á heimasíðuna hjá Nes kommunu og í kommunuskrivstovuni frá 4. juni 2021 til 16. juli 2021.

Møgulig mótmæli ella broytingaruppskot verða at senda Nes kommunu skrivliga til nes@nes.fo í seinasta lagi 16. juli 2021.

Sí pdf kort her Kunngerð – Broyting av byggisamtykt fyri matr. nr. 415o og 415p

 

Bygdaráðið samtykti á fundi 26. apríl 2021 uppskot um at broyta almennu byggisamtyktina fyri Nes kommunu fyri part av matr. nr. 264h.

Uppskotið til broytingina snýr seg um at broyta part av matr. nr. 264h frá ”F, Almenn frítíðarøki”, part av ”B, bústaðarøki” og ein part av ”H, avlopsøki – landbúnaður, grótbrot, fiskaalistøðir o.a.” til ”A2, Miðstaðarøki – íbúðir”.

Broytingin er í sambandi við ætlanir um at byggja íbúðir, raðhús og líknandi í økinum.

Tilfar, sum lýsir uppskotið um at broyta almennu byggisamtyktina fyri part av matr. nr. 264h, liggur frammi á heimasíðuna hjá Nes kommunu og í kommunuskrivstovuni frá 4. juni 2021 til 16. juli 2021.

Møgulig mótmæli ella broytingaruppskot verða at senda Nes kommunu skrivliga til nes@nes.fo í seinasta lagi 16. juli 2021.

Sí pdf kort her Kunngerð um broyting av byggisamtykt á Regnavegnum