Onnur tíðindi

Alfred fingið viðurkenning fyri eitt kanónarbeiði

Á almennari hugnaløtu, sum Eldrafelagið á Toftum skipaði fyri 24. oktober, fekk Alfred Olsen minnisgávu frá Nes kommunu, sum tøkk og viðurkenning fyri stóra og virðismikla arbeiði Alfred hevur gjørt í samband við at endurskapað økið á Nesi, har kanónin stendur. Kanónin verður nógv vitja av ferðafólki.

Alfred hevur sjálvur tikið stig til at endurskapað hálvtakið, sum dekkar part av kanónin.

Umframt einsamallur at hava staðið fyri arbeiðnum, við hjálp frá øðrum viðhvørt, hevur hann eisini sjálvur útvega ráðgeving og alla fígging til arbeiði.

Á hugnaløtuni á Svangaskarði, sum bleiv hildin í samband við at tað í ár eru 75 ár liðin síðani seinna heimskríggj endaðaði, takkaði borgarstjórin í Nes kommunu, Jóhannus Danielsen, Alfred Olsen fyri stóra arbeiði og handaði honum gávu og blomstur. Gávan var ein grótpláta, har ein tøkk og kanónin og økið uttanum var graverað á.