Onnur tíðindi

Aksel Højgaard 25 ára starvsdag

Í dag hevur Aksel Højgaard, leiðari á teknisku deild, verið í starvi hjá Nes kommunu í 25 ár.

Í vikuskiftinum bleiv Aksel Højgaard 60 ár og hevði stóra føðingardagsveitslu á Svangaskarði leygarkvøldið. Á veitsluni bleiv Aksel eisini heiðraður fyri góða og trúgva tænastu hjá Nes kommunu í 25 ár. Borgarstjórin, Jóhannus Danielsen, helt talu og handaði Aksel ein málning í samband við serliga dagin.

Aksel byrjaði sum arbeiðsformaður í 1994, og bleiv nøkur ár seinni settur sum leiðari av teknisku deild. Ein uppgáva sum Aksel, saman við dugnaligu starvsfólkum á teknisku deild, hevur loyst fyrimyndarliga og væl.

Arbeiðsuppgávurnar hjá teknisku deild eru nógvar og umfatandi – umframt at ráðgeva borgarstjóra og bygdaráðnum í tekniskum spurningum í samband við bygging, byggiloyvir v.m., og samskifti av ymiskum slag,  spennir arbeiðsøkið yvir t.d. drekkivatn, kloakk- og spillivatn, vegir, gøtur, gøtuljós, kavarudding, kirkjugarðin, havnalagið, renovatiónina, kommunalar bygningar, rottutýning og mangt annað.

Aksel Højgaard er annars kendur sum fótbóltsleikari í Føroym, og ein av berandi kreftunum á B68 liðnum, sum fekk nógvu góðu úrslitini í 80´inum og 90´inum. Aksel leikti  fyrstu ferð á besta liðnum hjá B68 í 1975, og  hansara seinasti dystur á besta liðnum var í 1999. Aksel hevur leikt omanfyri 300 dystir fyri besta liðið hjá B68 og skorað omanfyri 100 mál.  Tað eru blivin til 3 gull, 2 silvur og 3 bronsu heiðursmerki í bestu deildini. 11 landsdystir bleiv tað eisini til í tíðarskeiðnum frá 1981-1985 og 2 mál.

Nes kommuna ynskir Aksel Højgaard hjartaliga til lukku við 60 ára føðingardegnum og 25 ára starvsdegnum.