Onnur tíðindi

Aðalfundurin útsettur

Aðalfundurin hjá Bátafelagnum, sum varð lýstur at vera mándagin 19.12.2022 kl. 18.30 í Undirhúsinum, er útsettur til 19. januar 2023; somu tíð og sama stað.
Skrá sambært lógum felagsins.
Uppskot, sum ynskjast viðgjørd, skulu verða nevnd felagsins í hendi í seinasta lagi 8 dagar undan aðalfundinum.
Bert limir, sum hava goldið limagjald, hava atkvøðurætt.
Nýggir limir eru vælkomnir.
Nevndin