Onnur tíðindi

23 børn í 1. flokk

Í dag fóru 23 børn í 1. flokk í Tofta skúla.

Børnini hava glett seg sera nógv til henda søguliga dagin, sum er byrjanin til eina spennandi og læruríka tíð við ymsum avbjóðingum fyri framman.

Tá ið Durita Jakobsen, skúlastjóri í Tofta skúla, bjóðaði vælkomin, legði hon dent á, at gott samstarv  millum skúla og foreldur er sera umráðandi, um skúlagongdin skal eydnast væl. 

Nes kommuna ynskir næmingum, foreldrum og lærarum blíðan byr.