Onnur tíðindi

20 næmingar innskrivaðir til komandi skúlaár

Týsdagin 28. januar kl. 13.00 var innskriving av næmingum til 1. flokk fyri komandi skúlaár í Tofta skúla. Í komandi 1. flokki verða 20 næmingar, 9 gentur og 11 dreingir.

Tað vóru 20 spent børn, sum í sera góðum veðri møttu upp til innskrivingina saman við foreldrum, ommum og abbum.

Durita Jakobsen, skúlastjóri, bjóðaði øllum vælkomin og tók í móti næmingunum niðri í Miðhøllini. Hon greiddi m.a. næmingunum frá, hvar ið teir komandi skúlaár skulu standa, tá ið morgunsangur verður sungin um morgunin.

Síðani varð farið upp í eina floksstovu, har flokslærarin Eyð Leitisstein tók yvir, og greiddi foreldrunum m.a. frá samstarvinum millum Tofta skúla og Barnagarðin. Somuleiðis vísti hon á, hvat ið lærararnir leggja dent á, fyri at fáa eina so góða innskúling sum gjørligt.

Eisini AKT-lærarin, Áki Dyssegaard, greiddi foreldrunum frá, hvussu tey kunnu verða við til at uppbyggja eina góð mentan í millum børnini, fyri m.a. at fyribyrgja happing í flokkinum.

Til seinast fingu næmingarnir barnabókina “Hey abbistabbi” handaða frá Duritu Jakobsen, skúlastjóra.

Fleiri myndir síggjast her!

Greinin er endurgivin av heimasíðuni hjá Tofta skúla.