Onnur tíðindi

Vælkomin á Bátafestival á Toftum

  • 5
    Shares

Aftur í ár skipar bátafelagið fyri Bátafestivali á Toftum. Hetta er bátafestivalur nr. 14, sum hevur verið hvørt ár síðani 2005. Nes kommuna er sera takksom fyri tað stóra arbeiði, sum Bátafelagið á Toftum og onnur sjálvboðin leggja í hetta stóra tiltak, sum tað er blivi til gjøgnum árini, til stóra gleði fyri okkum borgarar í Nes kommunu og vitjandi.

Vegna Nes kommunu ynski eg at bjóða øllum at verða hjartaliga vælkomin til Toftir í dag, til Bátafestival, og ynskja øllum, bæði íbúgvum í Nes kommunu og vitjandi ein góðan Bátafestival.

Skráin fyri bátafestvalin sæst niðanfyri.

Jóhannus Danielsen, borgarstjóri

Skráin fyri Bátafestivalin 2018

– Kl. 12.00 Bátarnir møtast í Skálafirði
– Kl. 12.30 Sigla móti Toftum
– Kl. 13.30 Harmonikurnar byrja at spæla við bátahylin
– Kl. 14.00 Bátarnir koma í Oyrarnar á Toftum
– Kl. 14.30 Dan R. Petersen, heldur røðu í  Oyrunum.
– Kl. 14.00 Andlitsmáling
– Kl. 15.00 Hoppiborgir v.m. á festivaløkinum
– Kl. 15.00 Tombola á festivaløkinum
– Kl. 15.00 Pylsuvognurin letur upp á festivaløkinum
– Kl. 15.30 Sølan av teimum vælumtóktu festivalbúffunum byrjar
– Kl. 15.30. Hervør Sabina & Kári syngja í festivalteltinum
– Kl. 16.00 Kári Sverrisson syngur og spælur í Teltinum
– Kl. 16.30. Bill Justinussen undirheldur í Teltinum
– Kl. 17.00. Kim Hansen syngur og spælur i teltinum
– Kl. 17.30. Carlsen Systranar, ið vóru við i DK Grand Prix syngja i teltinum
– Kl. 18.00. Mótasyning Navia & Innsito
– Kl. 18.40. Syngi við tiltak við harmonikum
– Kl. 23.00 Dansurin byrjar í teltinum við Hallur Joensen

– Eisini verður skattaveiða fyri børn á festivaløkinum.

PS. Kl. 22.00  er DJ Show í Ungdómshúsinum har DJ COOL Diskar. Eisini verður dansiframførsla.