TOFTA HAVN

Toftagjógv 2
tlf. +298 448144
fartlf. +298 565010
toftahavn@nes.fo

Tofta havn liggur við eystara arm á Skálafjørðinum, uml. 400m norðanfyri Tofta vita, og er fiskivinnuhavn burtur av.

Knøttastøða 62. 09g N. og 006. 74g W.

Havnin hevur 600 vitjanir árliga av førum 50 T. og størri.

Her afturat koma 5.500 bátar og smærri deksfør í havnina.

Fiskamarknaður Føroya, Landingarmiðstøðin á Toftum, Kassamiðstøðin og Bakkafrost liggja við Tofta havn.

Tøk atløgusíða frammanfyri hesi virkir er 320 m, har dýpið er 6-8,5 m.

Ísur verður útflýggjaður til skip og vinnuna á landi. Tøk atløgusíða við Ísvirkið er 85 m, har dýpið er 4 til 8,5 m.

Bátahavnin í Oyrunum hevur pláss fyri 70 bátum og smærri deksførum. El og vatn er tøkt við alt havnalagið.

Aðrar fyritøkur, sum eisini liggja á havnalagnum: Faroe Origin, P/F M.J. Saltsøla, P/F Eysturoy, P/F Sandgrevstur, Spf Steinhólm og Byggivirkið KBH Sp/f.

Tofta havn svarar alt døgnið á tlf. +298 448144 og telefax  +298 447126.

VHF-rásir 16 – 12 -13

Havnin er ISPS certifiserað.